Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Seinastu tíðina hevur Elsa Berg, borgarstjóri, vitjað ymsar dagstovnar runt um í kommununi.

Tórshavnar kommuna: Týsdagin vóru Elsa Berg og Bjarni Beder, eindarleiðari hjá Barna- og ungdómsdeildini, og vitjaðu Býlingshúsið inni á Gøtu í Hoyvík, har Elisabeth við Reiðlið, leiðari, vísti runt á stovninum og greiddi frá.

Ymisk evni vórðu umrødd, millum annað ljóð- og ljósviðurskifti. Eisini varð tosað um, hvørjar ábøtur eru gjørdar seinastu árini, og hvat enn treingir. Eitt nú hevur tað gjørt stóran mun at vindeygu eru sett í hurðarnar. 

Býlingshúsið hevur pláss fyri umleið 23 vøggustovubørnum og 44 barnagarðsbørnum.

Hóast yvirskipaða endamálið hjá stovnunum er tað sama, so eru teir eisini rættiliga ymiskir. Endamálið við vitjanunum er tí at hitta starvsfólkini og at kunna seg um ymisk viðurskifti á stovnunum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #