Bretski fiskivinnumyndugleikin Marine Management Organisation (MMO) hevur boðað frá nýggjum reglum, sum skulu tryggja, at færri smáfiskar og óynskt fiskasløg enda í trolinum.
Reglurnar eru úrslit av einari avtalu millum Bretland og ES og fevna um ávís øki í Keltiska havinum, Ermasundi og Írska havinum.
Millum annað verða krøv sett um størri meskar og meira selektivan fiskireiðskap, so smærri fiskar lættari sleppa undan.
Fyri ávís fiskiskip, sum nýta botntrol ella nót, verða krøvini millum annað meskastøddir upp á 100 ella 120 millimetrar, alt eftir fiskiskapi og veiðusamanseting.
Nýggju treytirnar vórðu settar í fiskiloyvini 1. november og fáa virknað 26. november.
MMO heitir á fiskimenn um at seta seg inn í reglurnar og tryggja, at fiskireiðskapurin lýkur nýggju krøvini.
Reglurnar fevna tó ikki um allan bretskan sjógv, og tað er ikki staðfest, hvørja beinleiðis ávirkan tær kunnu fáa á føroysk skip.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



