Bretland og níggju onnur lond í Norðurevropa fyrireika eitt víðkað hernaðarligt samstarv, sum skal styrkja eftirlitið við russiskum kavbátum og verja týdningarmikið undirstøðukervi í sjónum.
Samstarvið verður skipað gjøgnum Joint Expeditionary Force (JEF), har millum onnur Danmark, Noreg, Ísland, Svøríki og Finnland eru limir.
Bretski herovastin Richard Knighton (myndin) sigur við Financial Times, at samstarvið skal fevna um Norðuratlantshav, Arktis og Eystrasalt. Londini skulu arbeiða tættari saman við herskipum, flogførum og øðrum hernaðarligum førleikum.
Ein avtala verður væntandi undirskrivað umborð á bretska flogberanum HMS Prince of Wales.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



