Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, segði í gjár, at bretar noyðast at umhugsa, um støða teirra til ES er tann rætta.
- Brexit hevur gjørt Bretland fátakari og elvt til at enn fleiri fremmandafólk eru komin til landið.
Hann rør framundir, at ein nýggj fólkaatkvøða eigur at vera aftaná næsta tjóðartingsval, væl at merkja, um valið endur við eini labour stjórn.
Fleiri meiningarkanningar benda á, at bretar í dag høvdu atkvøtt fyri bretskum ES limaskapi.
Bretar atkvøddu í 2016 á fólkaatkvøðu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



