Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-004/2026 frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um tænastuboð til Búnaðarstovuna  

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1) Metir landsstýrismaðurin, at tænastuboðini til Búnaðarstovuna um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík vóru lóglig og saklig?

2) Um ja, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri at geva boðini?  

3) Freistin at fremja tænastuboðini frá landsstýrismanninum var einans hálvan annan tíma. Er tað ein rímilig freist?

4) Hvar liggur málið nú?

Svarað verður undir einum: 
Tá avgerðin um at geva Búnaðarstovuni tænastuboð varð tikin, varð mett, at talan var um lóglig og saklig boð. Henda meting varð grundað á, at tað í einum rættarsamfelag er avgerandi at tryggja, at ein og hvør avgerð hjá fyrisitingarligum myndugleika kann roynast hjá annaðhvørt hægri myndugleika, t.d. kærumyndugleika, ella í rættarskipanini.

Ítøkiliga snúði málið seg um, hvørt hagin sum samlað eind kundi leggja málið fyri ávikavist kærustovnin og rættin. Sambært hagalógini hevur hagastýrið heimild at virka vegna hagan, men skal – tá ið talan er um týðandi viðurskifti, m.a. rættarmál o.tíl. – fáa undirtøku fyri hesum á hagastevnu. Tað var ikki støðan í hesum føri; Búnaðarstovan hevði tikið festaran av ræði, og tískil hevði festarin ikki heimild at atkvøða á hagastevnu.  

Skal hagin kæra ella leggja mál fyri rættin, skal hagastevna hava samtykt hetta. Tað var ikki støðan í hesum føri, men – av tí at málið hevði ávísar freistir – varð mett rætt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Stundir vóru ikki at viðgera løgfrøðiligu viðurskiftini neyvt, áðrenn freistin fór. Tískil vórðu boðini givin.  

Fyrisitingin í Vinnumálaráðnum viðgjørdi síðani málið og hevði hesar viðmerkingar:

Búnaðarstovan hevur eftir § 1 í Lov nr. 172/1937 om Haugers Styrelse og Drift m.m. heimild at taka festaran av ræði. Henda heimild er ikki avmarkað, og tað er tí upp til Búnaðarstovuna í hvørjum einstøkum føri at meta um, hvørt Búnaðarstovan skal taka festaran av ræði.  

Henda heimild er serliga brúkt í teimum førum, har áhugamál landsins ganga fram um áhugamálini hjá festaranum, t.d. tá ið talan er um at leggja traðir inn av festum, sbr. Bjørk.  Lov nr. 172/1937 om Haugers Styrelse og Drift m.m. staðfestir í § 1 heimild Búnaðarstovunnar at taka festaran av ræði. Lógin staðfestir eisini í § 50, at Tvistigheder angaaende de i Loven omhandlede Rettigheder og Forpligtelser behandles efter Loven om Landvæsenskommissioner.  

Spurningurin um, hvørt Búnaðarstovan hevði rætt at taka festaran av ræði, er sostatt ein spurningur, sum skal leggja fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til Yvirlandbúnaðarstevnu.  

Tá ið lógin ásetur, at málið skal viðgerast á landbúnaðarstevnu, verður vanliga hierarkiska skipanin sett til viks, og landsstýrismaðurin hevur tískil ikki heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum.  

Fyrisitingin í Vinnumálaráðnum metti í hesum føri eftir neyva viðgerð, sbr. grundgevingarnar omanfyri, at tænastuboðini ikki vóru heimilað, og tænastuboðini vórðu tí tikin aftur. Her er avgerandi at leggja afturat, at rætturin hjá festara og ognara at kæra málið og/ella leggja tað fyri rættin ikki varð avmarkaður; báðir partar hava rætt til at leggja málið fyri bæði hægri myndugleika og rættin sum einstaklingar.

Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt.

Viðvíkjandi formligu heimildini, so ásetir Stýrisskipan Føroya í § 37, at løgmaður og landsstýrisfólk hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Eftir § 33 býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini. Tey sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Sambært fráboðan nr. 33 frá 13. apríl 2026 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrisfólkini § 25, nr. 2, hevur landsstýrisfólkið í vinnumálum yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og hevur heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð.  

Tað er tí einki at ivast í, at útgangsstøðið er, at Búnaðarstovan skal fylgja tænastuboðum frá landstýrismanninum.  

Eftir § í hagalógini hevur festarin í málum um landsjørð rætt at møta vegna eigaran, uttan so at myndugleikin tekur eina aðra avgerð. Eftir § 50 í hagalógini skulu Tvistigheder angaaende de i Loven omhandlede Rettigheder og Forpligtelser behandles efter Loven om Landvæsenskommissioner.  

Ásetingin í § 1 í hagalógini hevur tvey lið:  
Eitt alment útgangsstøði: Brúkarin hevur heimild at umboða eigaran í málum, sum viðvíkja jørð í almennum ognarskapi. Ein undantaksregla: „uttan so at viðkomandi myndugleiki í einstøkum førum hevur tikið aðra avgerð.“  

Henda „onnur avgerð“ er ein ítøkilig fyrisitingarlig avgerð, har tann myndugleiki, sum hevur heimildina, avmarkar ella tekur aftur rættin hjá brúkaranum at umboða eigaran. Hetta talar fyri, at avgerðin er ein fyrisitingarrættarlig avgerð um rættarstøðuna hjá brúkaranum í mun til almenna eigaran – t.e. ein avgerð um, hvørt brúkarin hevur umboðanarrætt. Avgerðin er tikin av „viðkomandi myndugleika“ og ikki av hagastevnuni.  

Tilvísingin í § 50 til landbúnaðarstevnuna viðvíkur „tvistum“ um rættindi og skyldur sambært lógini. Landbúnaðarstevnan er eitt serligt tvistloysingarorgan og ikki ein yvirskipaður fyrisitingarligur myndugleiki hjá almenna eigaranum. Einki bendir á, at landbúnaðarstevnan skal virka sum kærumyndugleiki í slíkum innanhýsis fyrisitingarligum avgerðum, um hvør kann umboða eigaran. Lógin nevnir heldur ikki Búnaðarstovuna, men einans viðkomandi myndugleika, sum í prinsippinum eisini er aðalráðið, um landsstýrimaðurin hevði ásett tað.  

Ósemjur um til dømis garðar, festi, nýtslu av jørð og aðrar líknandi spurningar um rættindi til fastogn eru klassisk mál fyri landbúnaðarstevnuna. Men spurningurin um, hvørt ein ávísur brúkari skal hava heimild at umboða eigaran, er nærri knýttur at innanhýsis skipanini og umboðanini hjá almenna eigaranum enn at teimum materiellu brúksrættindunum.  

Sigast kann tí, at avgerð um umboðanarrætt fyrst og fremst snýr seg um fyrisitingarliga skipan og heimildir, meðan landbúnaðarstevnan fyrst og fremst hevur til uppgávu at loysa ósemjur um tey materiellu rættindini og skyldurnar, ið lógin regulerar.  

Sambært almennu fyrisitingarrættarligu meginreglunum um fyrisitingarligu kæruheimildarskipanina (administrativ rekurs), kann brúkarin sum meginregla kæra avgerðina til yvirskipaða myndugleikan, uttan so, at tað í lóg er beinleiðis ásett, at heimild er ikki at kæra.

Tað finst eingin føroysk avgerð um hetta, men danski umboðsmaðurin hevur viðgjørt eitt líknandi mál í FOB 1990.284.  

Landbúnaðarstevnan og yvirlandbúnaðarstevnan eru serstakar dómstólslíknandi skipanir, har tað ikki er møguligt at skjóta avgerðina inn fyri vanligu dómstólarnar. Talan er um ein sonevndan endelighedsklausul, har kravdar verða serliga greiðar heimildir fyri at staðfesta, at ein umsitingarlig avgerð hoyrir undir skipanina.  

Skipanin er tann, at yvirskipaðir myndugleikar sum meginregla hava rætt til at hava eftirlit við og geva fyriskipanir til undirskipaðar myndugleikar, uttan so at lógin greitt ásetur, at viðkomandi myndugleiki er óheftur. Hetta merkir, at ein tulking, sum ger eina avgerð hjá einum undirskipaðum myndugleika endaliga, eisini innan fyrisitingina sjálva, í veruleikanum hevði gjørt myndugleikan óheftan uttan greiða lógarheimild. Hetta er í stríð við vanligar fyrisitingarligar og rættarligar grundreglur og kann ein áseting tí ikki tulkast soleiðis, uttan so at tað greitt framgongur av lógini, at lóggevarin hevur ætlað eina slíka skipan.   

Niðurstøðan er sostatt tann, at tað ikki er galdandi nøkur avmarking, sum avmarkar rættin til at geva tænastuboð.  

Tað er ikki nakað, sum tilskilar, at eini tænastuboð ikki eru lóglig, saklig ella eru ósambærlig við tær skyldur, sum Búnaðarstovan er undirløgd.  

Tvørturímóti sýnist avgerðin hjá Búnaðarstovuni at viðføra tap bæði fyri hagan, festaran og hinar eigararnar. Búnaðarstovan hevur eftir lógini um landsjørð sum sítt endamál at umsita almennu jørðina, sum skal latast sum festi og verða nýtt til landbúnað.

At enda skal viðmerkjast, at málið yvirskipað snýr seg um ognartøku eftir býarskipanarlógini frá 1954 og vatnlógini frá 1909. Hetta er lóggáva, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum varðar av, og tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni.  

Vinnumálaráðið, 18. august 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #