Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dag og dagliga lesa og hoyra vit um vánaligu fíggjarligu- og politisku støðuna.

Málini, sum eru kollsigld, eru nógv. Taka vit nakrar almennar nýbygningar seinastu árini, so eru 2 mál, sum ongin hevur ábyrgd av, at bygningarnir fýggjarliga eru farnir av sporinum:

· Glasir

· Hbygningurin

Hetta eru 2 av teimum størstu málunum, sum eru í milliónaklassanum og sum ongan enda tykjast at taka. Málini koyra víðari, ongin hevur ábyrgd. Løgtingið játtar bara fleiri pengar.

Vit hava 33 løgtingsmenn, 9 aðalráð og eitt búskaparráð. Hesi hava til uppgávu at ansa eftir búskapinum og koma við góðum ráðum.

Men hesir stovnar koma ikki við brúkiligum ráðum. Teir 33 løgtingsmenninir standa sum ryssa yvir deyðum fyli. Teir flestu hugsa bert um seg sjálvar og hvussu teir kunnu veljast aftur. At hoyra røðurnar úr løgtinginum er sum at vera til eitt sekulert vekingarmøti: Har eru róp – men onki innihald.

Aðalráðini eru so tom og varislig í sínum ráðum.

So er tað búskaparráðið, sum er so raskt við excellørkum og grafum, sum vísa, hvussu nógvar millionir verða spardar, um pensionistarnir arbeiða til teir eru 69, 70 ella 75 ár. Hetta hava limirnir í búskaparráðnum lært á donskum lærustovnum – hetta er tað, ið danska búskaparáðið ger, so tað mugu vit eisini gera. Sum um pensionistarnir fara at bjarga búskapinum í Føroyum.

Ársøkirnar til hetta óskil, at verkætlanir eru kollsigldar, liggja aðrastaðni.

Løgtings- og landsstýrisfólk hava ofta hug at seta síni fingramerki á almennar verkætlanir, so at tær fara av sporinum. Landsverk hevur ikki

førleikan at standa fyri verkætlanum í milliónaklassanum. Tað eru tað nógv dømi um. Landsverk skal taka sær av vegum og asfalti.

So kunnu vit fara í løgtingið, har sita 33 limir. Hett eru øðiliga nógvir limir at umboða 55.000 fólk. Hesir limir hava sera trupult at finna semju og konsensus um mál, sum hava týdning fyri fólkið í landinum. Spurningurin er, um ikki tað hevði verið ein góð loysn at skorið tingmannatalið niður við 2/3, so at tað sótu 11 limir í løgtinginum. Ikki bert hevði hetta spart landinum fyri nógvar milliónir, men tað hevði verið 2/3 minni luftsnakk – so vóru eisini færri løgtingslimir at finna semju um avgerandi mál.

Lønirnar og pensjónirnar hjá løgtings- og landsstýrisfólkum mugu eisini vera eftirhugdar og barberaðar, so tær koma niður á eitt rímiligt støði samanborið við ta løn og pensjón, sum vanligi føroyingurin fær.

Tað sama er galdandi fyri embætismannalønirnar og -pensjónirnar.

Her eru nógvar milliónir – ja milliardir – at spara.

Vit hava 9 aðalmálaráð í Føroyum til 55.000 fólk. Í Schweiz eru 7 aðalmálaráð til 9 milliónir fólk.

Í teimum 9 aðalmálaráðunum arbeiða 140 fólk. Harumframt hava vit 8 sendistovur, har tað arbeiða 18 fólk. Spyrt tú í landsstýrinum, um tú kanst fáa eina ársfrágreiðing frá hesum 8 sendistovunum fyri at síggja, hvat tey arbeiða við, er svarið, at frágreiðingar verða ikki latnar almenninginum.

Hesar 8 sendistovurnar kosta landskassanum 36 milliónir árliga. Tað er undrunarvert, at almenningurin ikki fær innlit í, hvat hesar milliónir verða brúktar til. Hava vit veruliga brúk fyri so nógvum sendistovum? Her eru nógvar milliónir at spara.

Í Føroyum er feløg, sum landið eigur einsamalt. Taka vit Atlantic Airways, Føroya Tele, so eru tey landsins ogn. Í Føroya Banka eigur landið 1/3.

Í fyrrverandi DDR – Eysturtýsklandi – átti landið allar fyritøkur, nevndar Volkseigener Betrieb, fyritøkur, sum fólkið, tvs. staturin átti. Hetta er júst tað sama sum er galdandi fyri Atlantic Airways, Føroya Tele og lutvíst Føroya Banka.

Situr tú sum stjóri fyri fyritøkum, sum landið eigur, so er vágin so at siga lítil og eingin, tí landið stendur við endan búskaparliga.

Men tá stjórar skulu setast, so skuldið tú trúð, at talan var um fyritøkur í Goldman Sachs-klassanum. Her kunnu stjórarnir tinga seg fram til eina lukrativa mánaðarløn, sum als ikki stendur mát við tann vága, sum privatar fyritøkur taka, tí her stendur landið økonomiskt við endan.

Enn og láturligari og meiningsleysari gerst tað, tá hesir stjórar siga seg úr starvi ella verða sagdir úr starvi. Tá kunnu teir tinga seg fram til eina sera lukrativa avtalu, har teir fáa løn í fleiri mánaðir og oman á alt fáa teir fleiri milliónir í avskeðsgávu.

Hetta er so meiningsleyst og út um alt mark. Ganga nevndarformenninir, sum skulu verja áhugamálini hjá almennu feløgunum, við høvdinum undir arminum? Tað sær soleiðis út. Teir tykjast ikki at hava stórt innlit í feløgini, teir standa fyri.

So leingi sum politikkararnir ikki hava dirvi at avgera, hvussu stór í mesta lagi ein almenn stjóraløn skal vera, er ongin bati at hóma.

Fólk vera næstan hvønn mánað sett í teimum ymisku aðalráðunum og har vera tey sitandi. Tú hoyrir ongantíð um nakra eftirmeting, um tað veruliga er brúk fyri øllum hesum fólkum.

Í eini V4 sending fyri nógvum árum síðan segði onkur skemtari: “Når mus vil som okse prumpe, da skrænder rumpe.” Tað er júst tað, sum hendir í føroyskum búskapi. Vit sláa ov stórt breyð upp, duga ikki at stýra tilgongdini, so gongur galið, og vit standa við skegginum í postkassanum.

Taka okkara politikkarar og embætismenn ikki aðrar partar fyri, so verður skilið sum í 1992, tá kreppan kom – IMF, altjóða valutafondurin kemur og ruddar upp.

Steingrim Abrahamsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo