

Sámal Sunnudag: Í vikuni frættist, at Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum - sambært týska hagtalssíðuni Statista.
Trupulleikin við stuttíðarleigu er, at alsamt fleiri fastbúgvandi føroyingar verða tveittir út úr sínum bústøðum, tí tað loysir seg betri at leiga út til múgvandi ferðafólk ella “fasttrakkarar”. Hetta er bæði við til at skapa bústaðatrot, men trýstir samstundis prísirnar upp. Umframt hetta kann nevnast, at heilir býlingar og bygdir verða hálvgum tømdir fyri fastbúgvandi fólk, soleiðis at nærsamfelagið dettur niðurfyri og gerandistænastur hvørva. At ferðafólkatænastur stinga seg upp í staðin, er lítil troyst fyri tey fastbúgvandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo