Eitt er sjókort at lesa, annað er skip at føra
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bloggur

Sámal Sunnudag: Ein nýggj nevnd er sett at koma við leypandi tilmælum um nýskipan av almenna geiranum. Ben Arabo er valdur sum formaður, og hann lovar, at nevndin ikki skal gerast ein súltikrukka, men verður skjóttarbeiðandi. Vónandi verður hon tað, men meiri umráðandi er tó, at nevndin ger eitt gott arbeiði 

Spennandi verður at síggja hvat hetta fer at merkja, men samanlegging av ráðum, stovnum og kommunum verður ivaleyst millum tilmælini, vit fara at síggja. Vit hava í dag heili 9 aðalráð, og tað er í sær sjálvum eitt upplagt stað at spara. Hví skulu vit hava 9 aðalstjórar og 9 landsstýrisfólk í einum so lítlum landi?

Eisini eru fleiri stýri og stovnar, ið kunnu leggjast saman, soleiðis at til ber at spara stjóralønir. Tað gevur meining at brúka fleiri pengar upp á borgaravendan rakstur og minni upp á leiðslu í tann mun tað ber til. Sannlíkt fer tað at raka smáar stovnar, ið verða lagdir undir størri stovnar. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men skal heldur síggjast sum ein longri tilgongd.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo