Tórshavn.fo: 37 nýggjar leiguíbúðir skulu byggjast við Villingardalsvegin. Býráðið hevur samtykt at selja Bústøðum lendið, har íbúðirnar skulu byggjast í samstarvi við HVT.
Verkætlanin fevnir um 37 íbúðir í trimum ymiskum støddum - 20 íbúðir á 53 fermetrar, tríggjar íbúðir á 73 fermetrar og 14 íbúðir á 85 fermetrar.
Í gjár varð skeytið undirskrivað.
- Vit eru sera spent upp á hesa verkætlanina. Fleiri leiguíbúðir eru eitt týdningarmikið íkast til ein fjølbroyttari bústaðarmarknað. At fáa fleiri ymiskar bústaðarmøguleikar er ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu finna sær ein bústað, støðast og trívast í kommununi, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Sølan av lendinum er fyrsta stigið á leiðini at fremja íbúðarverkætlanina, og er týðandi liður í tilgongdini at økja um talið av leigubústøðum í Tórshavn. Væntað verður, at íbúðirnar verða lidnar á vári 2028.
Býráðið samtykti málið 22. oktober 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



