Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Bygdavanið Forni hevur verið eitt sera áhugavert savn í nógv ár, men fyri mær sær tað út til, at tað ongan góðan hevur longur.

Eg havi eisini hoyrt, at bygningurin er í sera ringum standi, millum annað lekur takið og somuleiðis er galdandi fyri vindeygur og eisini er øskukalt.

Undir slíkum umstøðum, sigur tað seg sjálvt, at lutir og skjøl fara fyri einki um ikki okkurt verður gjørt, og tað í stundini.

Eg meini savnið varð stovnað í 1986 við viðtøkum sum søgdu, at aðalfundurin skuldi velja eina nevnd at standa fyri, og í nevndi skuldi ein “føddur” limur vera, sum Runavíkar Býráð skuldi velja.

Eg minnist, at fari var til arbeiðis beinan vegin, at savna lutir og nógv fólk hjálptu til , eingin nevndur, tó skal nevnast, at tvær kvinnur stóðu fyri í nógv ár og gjørdu eitt megnar arbeiði. Av góðum grundum, eru tær ikki til taks longur.

Eg havi misstanka um, at eingin aðalfundur hevur verið í langa tíð og tí eingin aktiv nevnd.

Er tað soleiðis, meini eg býráðið burdi gjørt okkurt, tí ráðið góðtók í síni tíð, at tað valdi tann “fødda” limin.

At fáa aktivitet í húsið kann bíða, men um tað passar, at húsið er í so vánaligum standi at samlingin er við at fara til grunda, má okkurt gerast og tað beinan vegin.

Skrivað í bestu meining

Símun Mittún
simun.mittun@gmail.com

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #