Oljudálkingin sum frættist um fyrr í dag í bæði Vágsbotni og Kongabrúnni, er eftir øllum at døma framvegis har.
Kári Johansen, býráðslimur, skrivar á facebook í kvøld, at har er ongin at síggja sum fæst við at fáa oljuna upp.
Eisini er deymurin rámur.
Og hann biður borgarstjóran og formannin í havnarnevndini um eina frágreiðing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



