Grevsturin til 75 metrar høgu sigursbogan hjá Trump forseta kann byrja innan næstu tvær vikurnar.
Tað skrivar amerikanski innanríkisráðharrin, Doug Burgum, seint hósdagin á sosiala miðlinum X.
Sambært byggiætlanunum, sum vórðu kunngjørdar í juni, verður sigursbogin bygdur í rundkoyring millum Lincoln Memorial og Arlington kirkjugarðin í Washington, D.C., skrivar DR.
We are pleased to announce that after a very long wait (over 125 years!), we are preparing to start, over the next two-week period, the excavation work necessary for the Great Triumphal Arch and Military Observation Deck, at Memorial Circle on Columbia Island between the Lincoln… pic.twitter.com/8aff90jKNd
— Secretary Doug Burgum (@SecretaryBurgum) September 3, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



