Hvannrók: Tá eg var smádrongur við Landavegin, kendust vit við øll fólkini bæði ung og eldri frá Kinabrekkuni og oman til handilin hjá Poul Restorff. Summi sjálvandi meira og summi minni. Eg havi av og á í huganum roynt at minnast øll hesi fólkini.
Nú ein dagin steðgaði eg við húsini Landavegur 59 beint yvir av Vesturkirkjuni. Konuna róptu vit ungu Bindikonan sum æt Maria rópt Mia. Vit kendu tey trý børnini hjá Bindukonuni Andras, Maritu og Sofus. Eg eri føddur á jólum 1949, og húsini Landavegur 59 hava alla mína tíð staðið har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



