Amerikanskar fregnartænastur hava upplýsingar, sum benda á, at Iran kann fyrireika møguleikan fyri einum álopi á høgtstandandi embætisfólk í Trump-stjórnini í Washington.
Tað skrivar CNN við sjey ónevndum amerikanskum embætisfólkum sum keldum.
Talan kann vera um kemisk vápn ella eina sokallaða skitna bumbu, sum sameinir spreingievni og geislavirkið tilfar.
Keldurnar leggja tó dent á, at Iran fyrst og fremst tykist halda møguleikunum opnum heldur enn at fyrireika eitt ítøkiligt álop. Tvær keldur siga kortini, at ætlanirnar nevna ávís støð og mál.
Embætisfólkini eru ósamd um trúvirðið á summum upplýsingum, millum annað uppáhaldinum um, at Iran longu hevur bumbutilfar í USA.
Hvíta húsið sigur við CNN, at allar hóttanir verða fylgdar, men at eingin trúverdig hóttan er móti amerikanskum øki í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



