Skúlablaðið: Ein royndar- og menningarverkætlan um co-teaching fer í løtuni fram í tveimum skúlum. Endamálið við verkætlanini er at royna co-teaching í einum føroyskum samanhangi við tí endamáli at menna samstarv og samstundis gera møguleikarnar hjá næmingum at vera við í undirvísingini betri.
Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, ið hevur tikið stig til verkætlanina í co-teaching, ið er stór í vavi. Hetta tí, at so nógvir myndugleikar samstarva um somu verkætlan. Umframt Barna- og útbúgvingarráðið eru Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Námsvísindadeildin við í royndar- og menningarverkætlanini, og so Stranda skúli og Skúlatrøð, ið eru skúlarnir, har verkætlanin verður roynd í verki. Hon byrjaði í 2024 og endar í 2028.
- Skúlar, ið høvdu hug at gerast partur av royndarverkætlanini um co-teaching, kundu melda seg til, og síðani blivu tveir skúlar valdir út, sum so gjørdust Stranda skúli og Skúlatrøð. Endamálið við verkætlanini er at royna co-teaching í hesum báðum skúlunum fyri at síggja, hvørja ávirkan tað fer at hava, og um tað er skilagott at seta co-teaching í verk í øllum skúlum, sigur Frida Poulsen, ph.d. í námsvísindum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



