At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Tónleikur

Eftir at hava stríðst við krabbameinssjúku í eitt ár ella so, andaðist fremsti søgusigari á amerikansku countryheiðini, Dolly Parton, í dag, 80 ára gomul.

Fyrsta plátan, Hello I'm Dolly, kom í 1967, og fyrsti sangur á LP plátuni var hin sjálvspeiandi Dumb Blond.

Seinni hevði hon hits sum «Jolene», «9 to 5», «Coat of Many Colors» og «Islands In The Stream», sum var ein duett við Kenny Rogers, skrivaður av Bee Gees.

Við navninum "Queen of Country", bar hon arvin sum best dámda kvinna í country søguni, við hópin av virðislønum, heilt frá 11 Grammy virðislønum og trimum Emmy virðislønum, tveimum Oscar tilnevningum, og eini humaniterari Oscar virðisløn í ár og 6 Golden Globe virðislønum og eini Tony virðisløn.

Hon seldi 100 milliónir LP plátur, sum er eitt tað mesta, nakar hevur selt.

Ikki færri enn 25 stakir sangir náddu fyrsta pláss á Billboard listanum, sum saman við Rebu McEntire er tað mesta hjá eini kvinnu.

Rockstar, sum kom í 2023, var 49. útgávan, og við hesum savnið kom hon á eitt triðja pláss, sum er hægsta og besta byrjan hjá henni.

Dolly Parton skrivaði fleiri enn 3.000 sangir, teirra millum "I Will Always Love You", sum Whitney Houston eisini sang í The Bodyguard,, "Jolene", "Coat of Many Colors" og arbeiðarasangin "9 to 5".

Hon syrgdi eisini fyri at børn upp til fimm ára aldur fingu ókeypis bøkur at lesa: Inspired by her father’s inability to read and write Dolly started her Imagination Library in 1995 for the children within her home county. Today, her program spans five countries and gifts millions of free books each month to children around the world.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #