Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

G!: Amerikanski bluegrass-tónleikarin Dan Tyminski og danski bólkurin Hugorm eru fyrstu nøvnini á skránni hjá G! festivalinum, sum verður í Syðrugøtu 15.–17. juli 2027.

Tað er røddin hjá Tyminski, ið hoyrist, tá ið George Clooney syngur „I Am a Man of Constant Sorrow“ í filminum O Brother, Where Art Thou? Hann syngur eisini á hittinum „Hey Brother“ hjá Avicii. Tyminski hevur vunnið 14 Grammy-virðislønir og kemur til Føroya við egnum bólki.

„Abbi mín var gøtumaður,“ segði Simon Kvamm, fyrstu ferð hann sang á Gøtusandi. Nú kemur hann aftur við Hugorm, og søgan um abban úr Norðragøtu hevur fingið pláss á nýggjastu útgávuni hjá bólkinum, Hugget i sten. Allar 16 konsertirnar á konsertferðini hjá Hugorm komandi ár vórðu útseldar eftir stuttari løtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #