Danska verjuskipið Hvidbjørnen skuldi í hesum døgum verið á tveir mánaða longum eftirlitstúri við Grønland, men túrurin er avlýstur vegna álvarsligt manningartrot hjá donsku sjóverjuni.
Skipið skuldi millum annað hava havt eftirlit við russiskum og kinesiskum skipum, luttikið í venjing við kanadiska flotanum og vitjað amerikonsku Pituffik Space Base.
Sambært DR er støðan vorðin so álvarslig, at tvey av seks manningartoymum á arktisku eftirlitsskipunum fyribils eru tikin úr vaktarskipanini. Serliga er trot á maskinmonnum, samstundis sum gomlu skipini krevja nógv viðlíkahald.
Støðan minnir eisini um avbjóðingarnar í Føroyum, har bæði verjuskipini Tjaldrið og Brimil í løtuni liggja. Tjaldrið vegna maskinbrek og Brimil í sambandi við umvælingararbeiði.
Danska verjuskipið Thetis er sum skilst í føroyskum sjóøki í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



