Medina er fyrsta navnið, ið vit kunngera til OY Voxbotn 2027. Danska poppdrotningin leggur upp til felagssang og dans í Vágsbotni 26. juni við stóru og kendu poppløgum sínum.
Við síni eyðkendu rødd og hittum sum Kun for mig, Velkommen til Medina, Vi To, Ensom, For Altid og Synd for dig, hevur Medina í skjótt tvey áratíggju verið eitt av stóru nøvnunum í donskum popptónleiki.
Tónleikur hennara samantvinnar kenslubornar tekstir við elektroniskar rútmur og fangandi løgum. Sangir um kærleika, hjartasorg og lívið, hava vunnið henni trúfastar fjepparar tvørtur um ættarlið og eru vorðnir fastur táttur á dansigólvum og til felagssang.
Framvegis frammi við nýggjum tónleiki
Medina heldur fram við at endurnýggja seg. Fyrr í ár gjørdi hon, saman við Burhan G aftur eitt lag, ið kallast Gemt dit nummer, heili 16 ár eftir at tey hittaðu við Mest ondt. Í ár fekk hon eisini heiðurin, at enda Fredagsrock í Tivoli – enn eitt dømi um hennara sterku støðu á danska tónleikapallinum.Á OY Voxbotn 2027 fær føroyska áskoðarafjøldin høvið, at uppliva Medina undir opnum himli í Vágsbotni. Við stórum hittum og nýggjum tónleiki, er lagt upp til eina lívliga poppveitslu við rúmi fyri bæði stórum kenslum og dansi á Vágsbotni.
Hetta vilt tú ikki missa, tí hetta verður ársins veitsla 26.juni í Vágsbotni.
Atgongumerki til OY Voxbotn 2027 fáast fyri bert 795 kr. í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



