Eins og í Føroyum verður danskt longur og longur burturi í grønlendska fólkaskúlanum.
Í grein í Sermitsiaq verður undir yvirskriftini, sum á donskum ljóðar ”Folkeskolelov vedtaget trods kritik”, sagt, at nú skulu yngstu skúlanæmingar í Grønlandi ikki hava danskt frá byrjan eins og fyrr.
Nú verður tað eitt ”introduktionsfag” til fjórða flokk, tá danskt verður ein verulig lærugrein á tímatalvuni.
Grønlendsku skúlamyndugleikarnir vilja á henda hátt styrkja móðurmálsundirvísingina, eins og færri lærugreinar skulu vera í innskúlingini, so undirvísingin kann skapa ”fordybelse og kvalitet”.
Í Føroyum er danskt skrásett sum fyrsta fremmandamál og verður lært frá 3. flokki. Í løtuni skriva tveir føroyskir høvundar føroyskt undirvísingartilfar til lærugreinina danskt í føroyska skúlanum.
Grein í Sermitsiaq: Folkeskolelov vedtaget trods kritik
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



