Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna Kommuna: Í dag var Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við embætisfólki, á fundi við Vestmanna bygdarráð.

Til umrøðu var Vestmannatunnilin.

Vestmanna bygdarráð vísti á, hví tað hevur skund at raðfesta tunnilin til Vestmanna. Tosað varð millum annað um skeivu gongdina í fólkasamansetingini, og avbjóðingarnar vinnulívið hevur við núverandi farleið.

Eisini vísti bygdaráðið á, at tað er sera umráðandi at halda fast við uppruna ætlanina við einum tunnli úr Vestmanna til Leynar, fyri at trygdin hjá teimum, sum brúka farleiðina, verður so góð sum gjørligt.

Fundurin var góður, og segði landsstýrismaðurin seg væl skilja støðuna hjá vestmenningum.

Landsstýrismaðurin skal í næstum arbeiða við eini raðfesting av íløgum saman við politisku skipanini.

Dennis Holm lovaði at venda aftur eftir summarfrítíðina, og vissaði Vestmanna bygdarráð um, at Vestmannatunnilin ikki er langt vekk.

Les eisini:
Stórur áhugi fyri tunli til Vestmanna
Hagtølini: Gott ferðasamband neyðugt fyri at fólk skulu støðast

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo