Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Leygardagin verður framløga av nýggju bókini “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini”. Tiltakið verður í Miðlahúsinum kl. 16.00. Her fara rithøvundarnir Dánjal Dam á Neystabø og Kim Nyberg í samrøðu við Magna Arge at greiða frá bókini. Sprotin gevur bókina út.

Bókin lýsir lívið í, og rundan um føroyingahavnina. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar. Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu.

Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi. Les um fiskimenn, sum róðu út í Føroyingahavnini, um fólk, sum arbeiddu á kaiini ella á Sjómansheiminum, og familjulimir í Føroyum, sum eygleiddu skipini hvørva í havsbrúnni á veg til Grønlands at vera burturi í langa tíð.

Les brævaskifti frá tíðini, tá ið unglingar einsamallir fóru til Grønlands at forvinna pening til tey har heima.

Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu – ella heildaruppliving.

...ein dagin meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grønlendskar kvinnur í land, gangandi yvir ímóti mær. So stóðu tær har… tað virkaði, sum undraðust tær á, hvat eg gjørdi. Meðan tær standa soleiðis og hyggja, peikar onnur á kalvahøvdið og spyr, um tær kundu fáa eitt petti av tí hvítu síðuni. Óvanligur fyrispurningur, hugsaði eg, men skar teimum hvør sítt góða petti. So tóku tær tyggigummið úr munninum og ótu kalvan ráan. Tær takkaðu fyri, og fóru umborð aftur á bátin, og eg gjørdi meg lidnan við kalvan og hongdi hann í frystihúsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo