Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Afturljóð sum kann gera, at ljóðviðkvæmir næmingar verða ávirkaðir neiligt av vánaligum ljóðviðurskiftum. Misjavnar læriætlanir, har summar vóru miðvísar, greitt orðaðar og stuðlaðu ítøkiligari menning, meðan aðrar tóktust óbroyttar, óítøkiligar og vístu ikki menning frá ári til ár. Og ein flutningsskipan, sum fyri fleiri næmingar og foreldur teirra vísti seg at vera ein avbjóðing, og kann elva til mismun.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur skrivað frágreiðing um eftirlitsvitjan á Skúlanum á Trøðni. Og í henni eru fleiri áheitanir um at fremja ábøtur og endurskoða mannagongdir.

Eisini var pláss fyri ábøtum tá tað kemur til eitt nú innanhýsis samskifti og møguleikan hjá næmingunum at røra seg. Og prógvið, næmingarnir fáa eftir lokna skúlagongd, livir ikki upp til málini í eitt nú Brek- og Barnarættindasáttmálanum.

"Leiðslan hevði undir eftirlitsvitjanini greitt umboðsmanninum frá, at skúlin hevði læstar hurðar millum ávísar lonir í skúlanum. Í praksis merkti hetta, at summir næmingar ikki høvdu fría atgongd til felagsøkið. Talan var um eina skipan, har hurðin var læst, men at ein lærari, sambært leiðsluni, altíð var hjástaddur við einum lykli og kundi lata upp. Hetta varð gjørt fyri, at næmingar, ið høvdu tørv á friði, fingu frið, og fyri at næmingar, ið høvdu hug at reika millum lonir við møguligum útvirknum atburði, ikki fingu høvi til tess. Læsing av hurðum inni í skúlanum millum lonir, soleiðis at summir næmingar ikki høvdu frítt at fara út í felagsøkið uttan at ein vaksin kom og læsti teimum upp, var eftir umboðsmansins meting síða 9/10 eitt tvingsilsinntriv, ið kravdi greiða lógarheimild, og sum ikki átti at verið útint uttan slíka lógarheimild og tískil átti at hildið uppat".

Eftirlitsvitjanin var í mai í ár, og áðrenn høvdu starvsfólk høvi at tosa við umboðsmannin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo