At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Onnur tíðindi

AMEG: Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 180 kr. um mánaðin frá 1. januar 2027.

Tað svarar til eina hækking 2,7% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.650 kr. um mánaðin í 2026 til 6.830 kr. um mánaðin í 2027.

Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 81.960 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2027.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2025 vóru útgoldnar 728 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2026 er mett til 777 mió. kr. mió. kr. og til 815 mió. kr. í 2027.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kann takast niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #