Mikudagin 12. august vóru eg og kona mín til døgurða saman við nøkrum Sea Shepherd-limum og øðrum fólkum, sum hava sama áhuga í djóravernd og grindaveiðu.
Hettar vóru fólk úr fleiri ymiskum londum. Nøkur høvdu verið í Føroyum fleiri ferðir, meðan tað hjá øðrum var fyrstu ferð, tey vóru her.
Tað gjørdist eitt sera hugnaligt og læruríkt kvøld, sum gav okkum eina aðra mynd av teimum fólkunum, vit høvdu sitið til borðs saman við. Vit fingu eisini eina fatan av, at tað eigur at vera pláss fyri at tosa opið um grindaveiðu og um, hvat vit persónliga halda um hana.
Ongin spurningur var óbehagiligur. Tvørturímóti vóru spurningarnir erligir, og tað var ein góður og virðiligur dialogur alla tíðina. Vit spurdu, tey spurdu, og vit lurtaðu eftir hvørjum øðrum.
Eg og kona mín lærdu nógv, sum vit ikki vistu frammanundan – og vit fingu eisini kensluna av, at tey lærdu nógv um Føroyar, føroyska mentan og okkara sjónarmið, sum tey ikki kendu frammanundan.
Tað, sum vit serliga fingu burturúr hesum kvøldinum, er, at tað er í lagi at vera ósamd. Tað eigur eisini at vera í lagi at tosa saman, hóast vit hava ymiskar meiningar.
Eg haldi, at tað er týdningarmikið ikki at koyra allar Sea Shepherd-limir í sama bát sum ekstremar aktivistar. Tað er lætt at fáa eina mynd av, at øll, sum eru limir í Sea Shepherd, eru ekstrem ella vilja føra eitt stríð móti føroyingum. Men veruleikin er, at limirnir eru ymiskir, júst sum føroyingar eru ymiskir. Flestu eru heilt vanlig fólk, sum hava eina sterka meining um djóravernd og ikki eru samd í, at tað er í lagi at veiða grind.
Tað eigur at vera pláss fyri teirra meining – eins og tað eigur at vera pláss fyri okkara.
Eg og kona mín eru stórir djóravinir, og tí eru vit eisini ímóti grindaveiðu. Men tað merkir ikki, at vit døma tey fólk, sum eru ósamd við okkum. Vit kunnu vera ósamd og kortini vísa hvørjum øðrum virðing.
Vónandi kemur ein dagur í framtíðini, har báðir partar í størri mun kunnu seta seg niður saman og práta um grindaveiðu, djóravernd og okkara ymisku sjónarmið – uttan at kasta runu eftir hvørjum øðrum.
Tí kanska er tað júst gjøgnum eitt gott prát, har vit lurta eftir hvørjum øðrum, at vit kunnu koma nærri eini betri fatan av hvørjum øðrum.
Vinarliga
Jákup Bingley Mortensen
og
Jane Bingley Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



