Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt arbeiðsóhapp sum hendi nær kommunuskrivstovuni í Norðagøtu tíðliga seinnapartni í dag.
Tveir mans vóru í onkrum slagi av kassa sum hekk í krananum, tá lastbilurin koppaði. Annar maðurin slapp snikkaleysur, ímeðan hin kleimdist ímillum kranan vøllin. Tað tók útivið ein tíma at fáa mannin leysan.
Politiið sigur, at maðurin hevur fingið skaða, men óvist er hvussu álvarsligan. Hann var tó við vit.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



