Ein persónur er deyður eftir álopið í gjár á Brinellskúlan í svenska býnum Fagersta.
Býurin er einar 150 kilometrar norðanfyri Stokhólm, og eini 12.000 fólk búgva har. Umleið 450 næmingar ganga á skúlanum.
Maðurin, sum fór at gera um seg við svøri ella mansjettu, er 18 ára gamal, og hann er nú handtikin.
Umframt tann deyða eru trý fólk komin til skaða.
Í februar í fjør var ein líknandi hending í Campus Risbergska í Ørebro. Tá doyðu 10 fólk av skotsárum, áðrenn gerningsmaðurin doyði fyri egnari hond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



