Landsverk: Dalstunnilin er um at verða liðugur, og arbeiðið hevur gingið sera væl. Tunnilstoymið hjá Landsverk hevur arbeitt støðugt við tunlinum svarandi til árligu játtanina til verkætlanina. Tunnilin er mettur at kosta uml. 180 mió. kr. og er 2219 metrar langur, 8 metrar breiður og hevur 3250 metrar av vegi.
Fyrsti tunnil sum Landsverk hevur bygt í 20 ár
Tað er fyrstu ferð síðani Gásadalstunnilin í 2006, at Landsverk hevur gjørt ein tunnil - og ikki bara verið byggiharri. Arbeiðið hevur gingið væl, kostnaðurin hevur verið sera lágur samanborið við aðrar tunnilsverkætlanir, har Landsverk er byggiharri, og samstarvið við privatar veitarar hevur verið framúr gott. Hóast Landsverk hevur verið høvuðsarbeiðstakari, er tað keypt tilfar og tænastur frá privatum veitarum, fyri 2/3 av samlaða kostnaðinum fyri verkætlanina.
Ein av politisku fyrimununum við at byggja eftir hesum leisti er, at Landsverk hevur tillagað arbeiðið til tøku játtanina árliga, ið hevur gjørt tað lættari at finna pengar til verkætlanina á Fíggjarlógini, samstundis sum rúm hevur verið fyri øðrum verkætlanum og raðfestingum. Lága árliga játtanin til Dalstunnilin hevur viðført, at arbeiðið hevur drigið út, men við einari hægri játtan, kann tað gerast enn skjótari og eisini til ein lægri meturprís.
Dalbingar og vitjandi fáa eina tryggari og styttri farleið
Tunnilin er 2219 metrar til longdar, og í løtuni verður síðsta hond løgd á tunnilin, sum er klárur til almenna ferðslu 18. juli 2026. Tá verður gamli vegurin, sum ikki er tryggur longur, avloystur av nýggja tunlinum, og Landsverk fer at frámæla óneyðuga ferðslu á gamla vegnum.
Sjøtul varð settur á Dalstunnilin 16. mai 2019. Táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið við einum haka, sum Bødvar Hjartvarsson í Dali hevur gjørt, og sum bygdahúsið í Dali fekk til ognar aftaná.
5. november 2020 varð fyrsta skotið til Dalstunnilin latið av. Tað var tá 85 ára gamla Vilhelmina Larsen, úr Dali, sum lat fyrsta skotið av. Í 2021 byrjaði arbeiðið at bora frá Húsavík til Dals, og 17. november 2022 var helvtin borað.
9. november 2023 hevði Annfinn Johannesen heiðurin av at skjóta seinasta skotið fyri tunlinum. Annfinn er eisini dalbingur, og hevur í góð 40 ár arbeitt sum maskinførari hjá Landsverki, m.a. við at halda gamla Dalsvegin opnan við kavagrevstri.
Hátíðarhald 18. juli
Hátíðarhald verður 18. juli kl. 14.00 við tunnilsmunnan í Dali. Kl. 13.20 skipa Bragdið og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfeløg fyri renning, súkkling ella gongutúri gjøgnum tunnilin úr Húsavík til Dals. Síðani verður ábit í Dali aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



