Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-071/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um valevnislistar til kommunuval.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?
3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?
Svar:
Til spurning nr. 1 og 2
Endamálið er helst at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar, men í viðmerkingunum til kommunuvallógina verður ásetingin ikki neyvari viðgjørd.
Atlitini hjá spyrjaranum eru viðkomandi at taka við í viðgerðina, um farið verður undir at eftirhyggja kommunuvallógina við tí fyri eyga at gera broytingar. Eingin ætlan er um hetta í løtuni.
Til spurning 3
Løgmálaráðið metir, at kommunuvalið 12. novembur 2024 sum heild gekk væl. Øll bý- og bygdaráð vórðu mannað.
Løgmálaráðið gjørdi eina kommunu varuga við, at valið ikki varð farið rætt fram sambært kommunuvallógini, og løgreglan viðger eitt mál um møguligt valsvik.
Bjarni K. Petersen
Landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



