Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Í gjár høvdu vit her á VP eina grein við yvirskriftini: Koronagranskarar: – Vit hava roynt at ávara

Greinin var um at seinastu tíðina eru ein røð av órógvandi signalum komin fram um, at okkurt er hent við hjartaheilsuni hjá norðmonnum.

- Nýggj tøl frá norska fólkaheilsustovninum vísa ein vøkstur í talinum av hjartasjúklingum uppá 9 prosent síðani 2021. Talið av fólki við høgum blóðtrýsti ella hjartasviki er vaksið, og økingin kann ikki forklárast við einum eldri fólkatali.

- Samstundis er nýtslan av medisini til hjarta- og æðrasjúkur hjá ungum vaksnum eksploderað seinastu árini, stóð millum annað at lesa í greinini.

VP vendi sær síðani til Heilsustýrið við nøkrum spurningum, har millum annað var spurt, hvussu støðan er í Føroyum viðvíkjandi hjartasjúklingum og høgum blóðtrýsti og hjartasviki..... Eru tølini økt?

Spurt var eisini um nýtslan av medisini til hjarta- og æðrasjúkur er økt?

Og at enda um kanningar eru gjørdar í Føroyum um covid-19 er knýtt at einum øktum vanda fyri kroniskum skaðum á hjartað, sum ikki merkjast?

Longu í dag hevur Heilsustýrið so svarað spurningunum undir einum, og vit endugeva svarið í fullari longd:

- Í Føroyum eru kanningar gjørdar um long COVID, millum annað í einari PhD-verkætlan, sum varð liðug í 2026. Kanningarnar vístu, at ein partur av teimum, sum høvdu havt COVID-19, høvdu varandi sjúkueyðkenni, serliga møði, høvuðpínu og trupulleikar við tankavirksemi. Harumframt vórðu ávísar broytingar í blóðroyndum staðfestar.

- Í Føroyum hava vit ikki gjørt kanningar, sum beinleiðis hava kannað, um COVID-19 er knýtt at einum øktum vanda fyri hjartasjúkum, hjartasviki, høgum blóðtrýsti ella øktari nýtslu av hjartamedisini. PhD-verkætlanin um long COVID hevði ikki til endamáls at kanna hesi viðurskifti.

- Tí mangla vit føroyska gransking, sum kann lýsa, um COVID-19 hevur havt langtíðar ávirkan á hjarta- og æðraskipanina ella á nýtsluna av hjartamedisini í Føroyum, svarar Heilsustýrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #