Jórun Gudmundsen er væl nøgd við fyrstu tíðina hjá Messuni í Sørvági. Mynd: Tórður Mikkelsen
Jórun Gudmundsen er væl nøgd við fyrstu tíðina hjá Messuni í Sørvági. Mynd: Tórður Mikkelsen
Jórun Gudmundsen er dagligur leiðari í Messuni í Sørvági, og hon er fegin um gongdina hesa fyrstu tíðina:
-Tað eru óavmarkaðir møguleikar við húsinum, tí tað er bæði eitt mentanarhús og eitt sjóvinnusavn, sigur Jórun Gudmundsen, leiðari í Messuni.
Hon sigur, at ætlanin var ikki at hava húsið sum eina kafé, men hon sá beinanvegin, at neyðugt var við einari kafé, og tí vórðu møguleikar gjørdir fyri tí. Og tað hevur eitt nú drigið nógvar útlendingar, sum fara til Mykinesar og við bátunum, sum sigla til Drangarnar og Tindhólm, inn á gólvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



