Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna 
Svarari:  Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 
Evni:  Mvg-frítøka av atgongumerkjum til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t.

Spurningar:   
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri mvg?

2. Hvat hevði tað kostað landskassanum, um atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. vórðu frítikin fyri mvg?

3. Hevur landsstýrið ætlanir um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri mvg?

Viðmerkingar: 
Vit hava nógv undantøk í lógini um meirvirðisgjald. Til dømis eru ítróttur og ítróttatiltøk undantikin meirvirðisgjald. Somuleiðis er ymiskt listarligt virksemi undantikið. Tó eru til dømis sýning av sjónleiki og konsertir o.t. ikki undantikið meirvirðisgjald.  

Vit síggja øll virði í tónleiki, sjónleiki og øðrum listarligum virksemi, men tað kann verða trupult at fáa hesi at bera seg fíggjarliga. Fleiri, ið starvast og eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu til m.a. konsertir hevði betrað munandi um støðuna.  

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at frætta frá landsstýrismanninum, hvat hann heldur um hetta.  

Á Løgtingi, 4. september 2026 
Hervør Pálsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #