Heimurin fagnaði honum sum hetju. Men hjá Ahmed Al Ahmed endaði ræðuleikin á Bondi Beach ikki, tá skotini tagnaðu.
Í samrøðu við ABC News sigur hann, at hann enn hoyrir børnini gráta og fólk rópa um hjálp. Minnini órógva svøvnin, og kroppurin ber varandi mein.
Tá álopið byrjaði, sat hann fjaldur millum parkeraðar bilar. Hann kundi verið sitandi. Í staðin leyp hann á annan byrsumannin og tók vápnið frá honum, ímeðan kúlurnar flugu um oyruni.
Sjálvur varð hann raktur av skotunum, og hóast fleiri skurðviðgerðir hevur hann varandi nervaskaða í arminum. Tvær kúlur sita enn í økslini.
Við heiðrinum og peningagávunum kom eisini eitt hart alment trýst. Stríð í familjuni gjørdist miðlatilfar, meðan hann enn royndi at koma fyri seg.
– Eg hevði ynskt, at tey viðgjørdu meg við størri virðing og menniskjaligum atliti, sigur hann í dag.
Kortini angrar pápin at tveimum einki. Hann hevði gjørt tað sama aftur.
Nú arbeiðir hann við at stovna ein grunn, sum skal hjálpa kvinnum og børnum, serliga teimum, ið flýggja undan harðskapi heima.
Hann bar fram vón, tá onnur vóru í lívsvanda. Nú roynir hann at finna hana aftur í sínum egna lívi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



