Góða Elsa Berg.
Hvussu leingi skulu borgarar í Havn góðtaka, at Tórshavnar kommuna ikki handhevjar sínar egnu reglur? Í meira enn eitt ár hava íbúgvar og handilsrekandi í miðbýnum klagað um ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens gøtu.
Vit hava skrivað. Vit hava klagað. Vit hava verið á fundum við kommununa. Politiið verður boðsent aftur og aftur. Onki hendir.
Og kommunan veit, at larmurin er ov nógvur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið.
Kommunan hevur givið Blábar boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini hendir onki.
Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað?
Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum.
Blábar er blivin ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál at spæla tónleik so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum øki, har fólk búgva og reka handil.
Hølini eru ikki serliga ljóðbjálvað, og vit seta stórt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi.
Har eru bert tvey wc og eingin pissirenna. Úrslitið sæst hvørt vikuskifti. Piss og spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni.
Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr.
Hetta er ikki tað, sum vit skilja við ein livandi miðbý. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í slíkum levnaði. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at.
Tí spyrja vit borgarstjóran: Hvussu leingi ætlar Tórshavnar kommuna at góðtaka, at boð frá kommununi sjálvari ikki verða fylgd? Galda somu reglur fyri øll í Tórshavnar kommunu – ella eru summi undantikin? Vit hava havt nóg mikið av nyttuleysum fundum, frágreiðingum og snakki. Nú vilja vit hava, at kommunan ger nakað við hetta.
Handilsrekandi og íbúgvar í miðbýnum í Havn
VP hevur spurt Blábar og Elsu Berg um áhugi er fyri at gera eina viðmerking til lesarabrævið.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



