Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Maskinmeistarafelagið heldur, at útmeldingin hjá Vinnuhúsinum um, at føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum, er eitt roykslør, sum fjalir ta jaligu støðu, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur til Fast Track-skipanina. Arbeiðsgevararnir vilja hava lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi, men finnast samstundis at, at føroyskir løntakarar fáa betri skattligar treytir, tá ið teir arbeiða uttanlands. Henda mótsøgnin kann ikki standa ósvarað.

Í grein tann 11. november 2026 finst Vinnuhúsið at ætlan landsstýrisins um at hækka uttanlandsfrádráttin úr 48.000 kr. upp í 84.000 kr. um árið, hækka samdøgursfrádráttin upp í 210 kr. og geva frádrátt fyri gjøld til útlendskar sosialar tryggingarskipanir.

Vinnuhúsið lýsir hetta sum stuðul frá føroyskum skattgjaldarum til útlendskar arbeiðsgevarar.

Maskinmeistarafelagið heldur, at hetta er ein ov einssporað lýsing. Talan er um skattligar treytir hjá føroyskum løntakarum og ikki beinleiðis stuðulsveitingar til útlendskar fyritøkur.

Arbeiðsgevarar gagnnýta sjálvir altjóða arbeiðsmarknaðin
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samstundis stuðlað Fast Track-skipanini, sum gevur føroyskum arbeiðsgevarum lættari atgongd til arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES og Norðurlond.

Við skipanini kunnu arbeiðsgevarar seta útlendsk starvsfólk í starv við lønar- og setanartreytum, við minimunstreytum fyri føroyska sáttmálaøkið.

Maskinmeistarafelagið heldur, at tað er ein grundleggjandi mótsøgn, at arbeiðsgevararnir ynskja sær hesar møguleikar, men samstundis mótmæla, at føroyskir løntakarar fáa betri skattligar treytir fyri at gagnnýta altjóða arbeiðsmarknaðin.

Hví skal altjóða arbeiðsmarknaðurin vera ein fyrimunur, tá ið føroyskir arbeiðsgevarar útvega sær arbeiðsmegi uttanlands, men ein trupulleiki, tá ið føroyskir løntakarar søkja sær arbeiði uttan fyri Føroyar?

Í hesum sambandi er føroyska sjóvinnan við at missa sítt egna fólk og sínar førleikar og síggja vit hesa gongina í føroysku fiskivinnuni.

Maskinmeistarafelagið hevur varnast, at fleiri útlendskir maskinmeistarar, dekkarar og navigatørar, millum annað úr Filipsoyggjum og Indonesia, verða settir í starv umborð á føroyskum fiskiskipum.

Felagið hevur einki ímóti útlendskari arbeiðsmegi. Men vit mugu samstundis tora at seta spurningin við, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri føroysku sjóvinnuna, um alt fleiri størv umborð á føroysku fiskiskipum verða mannað við útlendskari arbeiðsmegi.

Føroyska fiskivinnan hevur í fleiri ættarlið verið ein natúrlig leið inn í sjóvinnuna hjá ungum føroyingum. Umborð hava tey ungu fingið royndir og førleikar, sum seinni hava verið grundarlagið undir útbúgvingum til maskinmeistarar, navigatørar og onnur størv í sjóvinnuni.

Tá ið henda tilgongdin altsamt viknar, er vandi fyri, at færri ungir føroyingar velja sjóvinnuna. Eftir nøkrum árum kann úrslitið verða, at vit hava fiskiskip undir føroyskum flaggi, við útlendskari manning.

Tá missa vit ikki bara arbeiðspláss. Vit kunnu eisini missa royndir, serkunnleika og sjóvinnuførleikar, sum eru bygdir upp í Føroyum gjøgnum fleiri ættarlið.

Hetta er ein samfelagslig avbjóðing, sum røkkur nógv longri enn spurningurin um, hvussu einstøku reiðaríini fáa mannað skipini.

Tí eiga vit eisini at spyrja, hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at vit fáa nýggj ættarlið av føroyskum maskinmeistarum, navigatørum og sjófólki. Eisini eiga vit at spyrja okkara reiðaríir, hvar blívur tá av stoltu føroysku fiskivinnutjóðini?

Føroysk arbeiðsmegi uttanlands er ein búskaparligur fongur
Samstundis sum Vinnuhúsið finst at skattligu treytunum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, verður lítið sagt um tað stóra búskaparliga íkastið, sum hesir løntakarar geva føroyska samfelagnum.

Ein greining frá Deloitte, sum varð løgd fram í 2023, metti, at føroyingar í altjóða størvum árliga góvu umleið eina milliard krónur í íkasti til føroysku bruttotjóðarinntøkuna og umleið 435 milliónir krónur til almennu kassarnar, tá ið avleiddar inntøkur verða taldar við.

Hetta eru týðandi upphæddir fyri føroyska samfelagið.

Nógvir av hesum løntakarum búgva framvegis í Føroyum, hava familju, eiga hús og brúka sínar inntøkur í føroyska búskapinum.

Tí eigur Vinnuhúsið eisini at svara einum øðrum spurningi:

Hvussu nógv hevði føroyska samfelagið mist, um hesir løntakarar í staðin valdu at flyta av landinum?
Tað er neyvan føroyska veðurlagið einsamalt, sum fær fólk at verða búgvandi her. Møguleikin at skapa sær eitt gott lív, hava eina góða inntøku og samstundis búgva í Føroyum, hevur eisini stóran týdning.

Skattligu treytirnar kunnu tí hava týdning fyri, um føroyingar, sum arbeiða uttanlands, velja at varðveita bústað sín í Føroyum.

Kapping um arbeiðsmegi krevur eisini betri lønar- og arbeiðstreytir
Føroyskir maskinmeistarar hava útbúgvingar og førleikar, sum eru eftirspurdir á altjóða arbeiðsmarknaðinum.

Um føroyskir arbeiðsgevarar vilja varðveita hesa arbeiðsmegina, mugu teir eisini vera til reiðar at kappast um hana.

Tað er ikki nøktandi, at loysnin á trotinum á arbeiðsmegi fyrst og fremst verður at útvega sær fleiri starvsfólk úr útlondum, heldur enn at gera føroysku størvini meira lokkandi.

Ein nútímans arbeiðsmarknaður krevur kappingarførar lønir, góðar arbeiðs- og frítíðarreglur eins og tryggar setanartreytir.

Føroyska skattaskipanin eigur tí ikki at verða brúkt sum eitt amboð til at halda føroyskum løntakarum aftur fyri at tryggja føroyskum arbeiðsgevarum arbeiðsmegi.

Samstundis mugu vit tryggja, at føroyska sjóvinnan framvegis er ein vinnuvegur, har ungir føroyingar síggja eina framtíð í, og har okkara førleikar og serkunnleikar verða varðveittir.

Eitt roykslør fyri egnu áhugamál hjá arbeiðsgevarunum
Maskinmeistarafelagið metir, at útmeldingin hjá Vinnuhúsinum flytur fokus frá einum grundleggjandi spurningi um kappingina á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Føroyskir arbeiðsgevarar vilja hava lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi, men finnast samstundis at, at føroyskir løntakarar fáa betri møguleikar at arbeiða uttanlands.

Føroyskt vinnulív skal sjálvsagt hava góðar karmar at virka undir. Men tað kann ikki vera eitt mál í sjálvum sær at tryggja arbeiðsgevarunum arbeiðsmegi, um tað samstundis merkir, at føroyskir løntakarar skulu hava verri møguleikar at fáa góðar lønar- og arbeiðstreytir í føroyum ella uttanlanda.

Tá føroyskir arbeiðsgevarar kunnu rekruttera arbeiðsmegi úr øllum heiminum, mugu føroyskir løntakarar eisini hava frælsi og møguleikar at gagnnýta altjóða arbeiðsmarknaðin.

Tí metir felagið, at Arbeiðsgevarafelagið ikki bæði kann blása og hava mjøl í munninum hesum viðvíkjandi.

Maskinmeistarafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #