Gjárakvøldið lat ein persónur lív og fleiri onnur komu til skaða eftir at ein vørubilur koyrdi inn í eitt pride tiltak í Berlin. Haturbrotsverk og haturstala ímóti qveer fólki er ein álvarsamur og alsamt vaksandi trupulleiki her heima og í øllum londunum rundan um okkum.
Sum føroyingar vita vit hvussu ógvusligur ágangurin kann vera, seinastu dagarnar hevur víðgongd homofobisk tala verið dagligur kostur sum øll í landinum eru blivin útsett fyri, einans vegna ein lítlan ælaboga í Steinatúni.
Sum ein av teimum mongu qveer føroyingunum ið hava følt seg noyddar at flýggja av landinum vegna ógvusligu homofobiina og transfobiina ið man upplivir til dagliga, so raka álop sum hettar altíð tætt uppá hjartað. Serliga sum ein ið hevur áhaldandi veri útsett fyri hóttanum á lívi einans fyri at vera "annarleiðis".
Hesar hóttanir eru ikki óskyldigar, tær vísa á ein størri samfelags trupulleika, ið hettar nýggjasta álopið á pride eisini er ein partur av.
Men hóast hendan ræðuleikan, sleppa vit so at brúka dagin at syrgja? At regulera okkara kenslur? At finna saman? Ella at skriva til vinfólk, partnarar og "chosen family" í Berlin? Nei.
Sum hávar ið hava lukta blóð so skal hendan vanlukkan vera misbrúkt fyri politiskan og fremmanda hatskan vinning. Ikki er blóðið storkna ella drápsmaðurin funnin áðrenn topp politikarar í Føroyum tala fyri kollektiva straff av einum heilum samfelagsbólki her heima ið einki hevur við sakina at gera, muslimar.
Eitt haturbrotsverk ímóti qveer fólki er fari fram, og sjálvt sami politikkarar sum ynska at avtaka 266b vilja nú misbrúka okkara sorg at banna eina "religón". 266b er lóggávan ið vit longu hava stríðst og strevast fyri at fáa at løgfrøðiliga verja okkum ímóti álopum júst sum hesi.
Men hettar er jú tað man skal vænta frá politikkarum sum Sjúrður Skaale, ið kom inn í politikki í 2008 við ynskinum um at vit sum eru qveer skuldu "Halda kjaft við jammrinum" tá ið átrúnaðarligir ekstremistar ynskja at taka okkara rættindi frá okkum.
Pride í Danmark fyri meg sum ein qveer flótti úr Føroyum hevur tey seinastu mongu árini veri eyðkent av at ikki sleppa at hátíðarhalda hvør eg eri. Homofobiskar kreftir í Danmark og Føroyum royna áhaldandi at leypa á, fremja ágang ímóti ella at órógva okkara pride tiltøk, fyri at verja tí "kristnu tjóðina".
Síðan eg flutti niður havi eg veri ein av teimum fáu ið hvørt ár eru noydd at stilla okkum ímillum høgravíðgongd fólk sum standa klár framman fyri pride skrúðgongur at brenna koranir av ið eru innpakkaðar í ælaboga fløggum samtíðis við at tey rópa "Fuck Islam", ella fólk ið spýta og rópa eftir prestum ið eru ílatin drag, ella sum koma við kamera í hånd og fara á Facebook at stroyma andlitini hjá foreldrunum og børnunum á veg til pride við endamáli at "doxxa" tey og útseta tey fyri harðskap á netinum.
Ikki fyri at tala um vøksturin av óavmarkaðu haturstalu á sosialu miðlunum sum t.d Facebook og Twitter.
Vit hava ein veruligan trupulleika við homofobi, transfobi og qveerfobi, men tann trupulleikin er politiskur. Vit mugu koma høgravenda radikaliseringini og "anti-kyns"-rørsluni til lívs áðrenn fleiri fólk lata lív. Tá høgravíðgongd rák fáa valdið er tað átrúnaðarligir, etniskir og qveer minnilutar ið líða fyrst. Hóast tað politiska ynski frá javnaðar politikaranum, so halda vit ið eru qveer ikki kjaft. Eitt álop á ein av okkum er eitt álop á okkum øll.
Men í dag og í morgin, vinarliga gev okkum frið at syrgja, at savnast og at fáa fatur á teimum ið vit elska í Berlin. Ímeðan kanst tú nýta høvi at rætta eyguni inn eftir bjálkanum í tínum egna eyga, rannsaka tínar egnu gerðir og lurta áðrenn tú tosar yvir okkum.
Vit síggjast til pride 27. juli, tørvurin er alt størri nú at vísa á at øll eru vælkomin í Føroyum júst sum tú ert. Líkamikið um tú ert qveer, muslim ella sum eg, bæði, so ert tú vælkomin og trygg ímillum okkum.
Við samkenslu við øll ofrini á Christopher Street Day álopinum og teirra nærmastu.
Vár Autumn Reinert Sommer-Winther
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



