Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Atlimaskapur í Erasmus+

Spurningar:   
1. Eru Føroyar klárar til atlimaskap í Erasmus+-skipanini í 2028?

2. Um ikki, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd nú í miðfyrisitingini, og hvørji mangla at verða gjørd?

3. Er fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm fyri at fáa allar fyrireikingarnar gjørdar áðrenn freistina?

4. Eru útbúgvingarstovnarnir undir Mentamálaráðnum klárir til at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki, og til at senda føroysk lesandi og starvsfólk út gjøgnum Erasmus+-skipanina?

5. Um ikki, hvat manglar so, og hvussu verður fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm tryggjað útbúgvingarstovnunum at koma á mál rættstundis?

Viðmerkingar: 
Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska samstarvinum um útbúgving, og gevur lesandi, starvsfólki og útbúgvingarstovnum møguleika at taka lut í lestraruppihaldum, starvsfólkaskifti og fakligum samstarvi tvørtur um landamørk.  

Føroyar eru í dag ikki knýttar at Erasmus+ við atlimaskapi, og hava tí ikki somu atgongd til skipanina sum londini, ið eru knýtt at henni. Føroyar hava tó boðað ES frá, at vit vilja gerast partur av Erasmus+. Innleiðandi fundir hava verið, og í mong ár hevur atlimaskapur í Erasmus+ verið umrøddur í politisku skipanini.  

Atlimaskapurin hevur alstóran týdning, um Føroyar skulu mennast sum lestrarland.

Tað verður bæði lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at fáa altjóða royndir, og hjá føroysku útbúgvingarstovnunum at taka ímóti lesandi og starvsfólki úr øðrum londum. Hetta fer at styrkja útbúgvingarumhvørvið, altjóða samstarvið og møguleikan hjá føroyskum útbúgvingum at kappast um lesandi og starvsfólk.  

Núverandi Erasmus+-skeið er 2021–2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí er umráðandi, at Føroyar eru væl fyrireikaðar, og at neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu fortreytirnar eru fingnar upp á pláss í góðari tíð.

Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa greiðu á, hvussu langt fyrireikingarnar í miðfyrisitingini eru komnar, um útbúgvingarstovnarnir eru klárir, og um neyðuga fíggjarliga og starvsfólkaliga orkan er tøk, so Føroyar verða til reiðar at gerast partur av Erasmus+ frá 2028. 

Á Løgtingi, 19. august 2026 
Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #