ES hevur í morgun sagt nei til uppskotið til eina felags veðurlagsavtalu á COP31 ráðstevnuni sum er í turkiska býnum Antalya. Tá írski veðurlagsráðharrin, Darragh O’Brien, tók orðið vegna ES, vóru samráðingarnar longu farnar tveir dagar út um tíðina. Klokkan 11 føroyska tíð var enn ógreitt, um londini fóru at semjast, skrivar The Guardian.
– Vit góðtaka ikki, at COP verður brúkt til at grønvaska fossil brennievni, segði O’Brien. Sambært DR klappaðu og róptu fleiri í salinum, tá ráðharrin bar boðini fram.
Stríðið snýr seg um kol, olju og gass. Á toppfundinum í Dubai í 2023 samdust londini um, at heimurin stigvíst skal fara burtur frá fossilum brennievnum. Uppskotið í Antalya vísir aftur til avtaluna í Dubai, men nevnir hvørki kol, olju ella gass beinleiðis. Saudiarabia og onnur oljulond hava sett seg ímóti at endurtaka orðingina úr Dubai.
COP stendur fyri Conference of the Parties og er árligi fundurin hjá pørtunum í veðurlagssáttmálanum hjá ST. Í Antalya samráðast sendinevndir úr nærum 200 londum um, hvussu londini skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi, og hvussu fátæk lond kunnu fáa hjálp at laga seg til broytta veðurlagið. Umhvørvisfeløg og aðrir eygleiðarar eru eisini við á fundinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



