Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Innlendis ítróttur

Géza Dávid Turi, Samuel Chukwudi og Gunnar Vatnhamar byrja á vøllinum ímóti Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, hava rist í posanum undan UEFA Nations League dystinum móti Moldova.

Venjararnir hava gjørt fimm broytingar á liðnum, samanborið við teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu ímóti Kasakstan seinasta leygardag.

Liðið, ið byrjar í dag, sær soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari.

Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Mattias Hellisdal og Hanus Sørensen, og í álopinum verður Adrian Justinussen.

Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Jóannes Kalsø Danielsen, Emil Weihe Joensen, Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Petur Knudsen, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg, Odmar Færø og Aron Benjaminsen.

UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar á Zimbru Stadion í Chisinau byrjar klokkan 19:00 lokala tíð, sum er klokkan 17:00 í Føroyum.

FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini sæst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #