

Fiskamarknaður Føroya: Trý frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.
Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðrið verður gott í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar upsa. Báðir landa væntandi í vikuni. Trolararnir fáa mest av toski og upsa og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Jákup Sverri ger yvirlitistrolingar og fær mest av hvítfiski.
Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.
Tríggir trolbátar eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Ein liggur tí hann er liðugur við sínar fiskidagar.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Væntandi landa øll í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo