Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-129/2025 eftir § 52 a í tingskipanini frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, til Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, um burturbeining av elbilum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ein loysn funnin fyri, hvussu elbilar skulu burturbeinast í Føroyum?
2. Hvussu nógvir elbilar eru burturbeindir, frá tí at teir komu til Føroyar og til í dag?
3. Hvør er kostnaðurin av at burturbeina ein elbil, og hvør ber kostnaðin av hesum?
4. Kunnu burturbeiningarstøðirnar seta krøv til, hvussu elbilar skulu latast inn til burturbeining, t.d. at bilur og battarí eru skild sundur, áðrenn elbilurin verður latin inn?
Svar:
Til spurning 1
Tá ið battaríið er tikið úr, kann bilurin burturbeinast og handfarast á sama hátt, sum ein bensin- ella dieselbilur.
Av trygdarávum eigur battaríið at verða tikið úr á verkstaðnum, sum hevur neyðugu útgerðina og serkunnleikan til arbeiðið.
Trygdarkrøv galda fyri, hvussu battarí frá elbilum skulu handfarast og sendast til serkøna viðgerð uttanlands.
Enn er ikki funnin ein loysn fyri, hvussu ábyrgdin og harvið kostnaðurin av burturbeiningini av elbilum skulu býtast, men Heilsu- og orkumálaráðið arbeiðir við spurninginum. Sí meira um kostnaðin í svari til spurning 3.
Til spurning 2
Sambært Kommunalu Brennistøðini eru higartil færri enn 10 elbilar latnir inn til burturbeining.
Kommunala Brennistøðin hevur fýra battarí og fýra elbilar í varðveitslu, til greiða er fingin á, hvør skal bera kostnaðin. Tvey battarí frá bilasølum eru send av landinum til viðgerðar.
Til spurning 3
Bilurin sjálvur verður handfarin á sama hátt sum ein bensin- ella dieselbilur, tá ið battaríið er tikið úr. Hetta verður fíggjað við teimum 1.000 kr., sum Kommunala Brennistøðin fær sum sín part av tí lógarkravda burturbeiningargjaldinum.
Kostnaðurin av at handfara battarí veldst m.a. um slag, vekt og um battaríið er skatt. Sambært prísmetingum, sum Kommunala Brennistøðin hevur fingið frá Stena Recycling í mars 2026, er kostnaðurin fyri eitt battarí, sum vigar umleið 700 kg, umleið 20.400 kr., um battaríið ikki er skatt. Metingin fevnir um viðgerð og flutning.
Er battaríið skatt, er kostnaðurin mettur til umleið 71.200 kr. Metingin fevnir um viðgerð, handfaring, serligan kassa, avheinting og flutning. Flutningskostnaðurin kann verða hægri, um serlig flutningskrøv verða sett.
Á fundi 17. september 2025 millum Umhvørvismálaráðið og Bilasølufelagið varð upplýst, at arbeiðið at taka battarí úr elbilum er ymiskt frá bili til bil. Tá varð heilt leyst mett, at kostnaðurin møguliga lá millum 5.000 og 10.000 kr. Bilasølufelagið hevur síðani upplýst, at felagið ikki kann áseta eina felags kostnaðarmeting, tí kostnaðurin má avtalast við einstøku verkstøðini.
Fyri battarí eru ábyrgdar- og kostnaðarbýti ikki ásett. Núverandi skipan røkkur ikki til hesar útreiðslur, men kommunustýrið kann tó sambært § 16 í kunngerð um burturkast, eftir góðkenning frá landsstýrisfólkinum, áseta gjald fyri goymslu, handfaring og viðgerð av burturkasti.
Heilsu- og orkumálaráðið arbeiðir við spurninginum um, hvussu ein fíggjarliga haldfør skipan fyri at fíggja eyka kostnaðin av handfaring og viðgerð av battaríum frá elbilum kann skipast, so at kostnaðurin ikki einsamallur skal hvíla á Tórshavnar kommunu, sum gjøgnum Kommunalu Brennistøðina tekur ímóti bilum úr øllum landinum, og so at bileigarin ikki kemur at standa við eini ovurstórari rokning, tá ið elbilurin skal burturbeinast.
Til spurning 4
Tað er kommunustýrið, sum sambært §§ 14 og 15 í kunngerð um burturkast kann seta krøv um, hvussu burturkast skal skiljast, goymast og handfarast.
Kommunustýrið kann tí áseta, at battaríið skal verða tikið úr bilinum, at bilur og battarí skulu latast inn hvør sær, og at battaríið skal verða latið móttøkustøðini sambært galdandi trygdarkrøvum.
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



