Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln
Innlendis ítróttur

U19-genturnar saman við KÍ-kvinnunum - Mynd: www.FSF.fo

U19-genturnar saman við KÍ-kvinnunum - Mynd: www.FSF.fo

U19-genturnar saman við KÍ-kvinnunum - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Vit hava fyrireikað okkum væl, og gleða okkum til kappingina. Málið er at vinna bólkin, og at flyta upp aftur í deild A, tá undankappingarnar í vár eru á skránni.

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum í næstu viku og dagarnar fram skal spæla EM-undankapping í Føroyum. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Litava og Andorra.

– Umframt venjingar, hava vit eisini spælt nakrar dystir móti føroyskum liðum. Fyrr í vikuni møttu vit KÍ, sum er eitt gott lið og spælir við høgari leikferð – nakað, sum vit rokna við at mótstøðuliðini í undankappingini eisini fara at gera.

– Og málið er heilt greitt: Vit ætla okkum at vinna bólkin og flyta upp. Tað ræður eisini um at tora at seta sær høg mál, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Dystaskráin
24. nov. Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)

Atgongumerki fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-17 ár). Atgongumerki er galdandi fyri allar dystirnar í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #