Argentinska fótbóltssambandið, AFA, og forsetin Claudio Tapia eru undir eftirliti av amerikanskum myndugleikum, meðan Argentina spælir fjórðingsfinalu í HM.
Amerikanska løgmálaráðið og FBI kanna fótbóltssambandið fyri møgulig fíggjarlig brotsverk, skrivar Miami Herald og vísir á tvær keldur frá løgregluni, sum kenna til málið.
Argentinska blaðið La Nación skrivaði fyrst um kanningina, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



