FC Trón: FC Trón eru komnar til Milano á venjingarlegu og skulu møta Milano Lady Soccer í kvøld á Campo Sportivo 'G.Scirea'.
FC Trón er heilsufótbóltslið, sum varð sett á stovn fyri 13 árum síðani ísv granskingarætlanina "svim og spæl teg til betri heilsu" undir leiðslu av Magna Mohr.
Fc Trón hevur hesi árini vant fleiri ferðir um vikuna árið runt og ferðast umframt í Føroyum, eisini á venjingarlegu uttanlands annaðhvørt ár.
Áður hevur felagið verið í Edinburgh, París, Oslo og hesaferð gekk leiðin til Milano. 29 damur í aldrinum 48-68 eru í ferðalagnum.
Frásøgn frá dystinum kemur seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



