FC Trón: FC Trón er á venjingarlegu í Milano í løtuni, og spældi 2 dystir ímóti Milan lady Soccer hóskvøldið.
Spenningur var í luftini, tá ið liðini hittust á grasvøllinum í Frattini sum er í býnum Cinisello Balsamo.
Stórur aldursmunur var á liðunum, so FC Trón hevði ikki stórar vónir áðrenn dystirnar.
Men stríðsandin var í hásæti, og spælið riggaði sera væl hjá FC Trón.
Milan lady Soccer áttu fyrstu minuttirnar í fyrra dystinum. Men eitt snarálop, har FC Trón skoraði til 1-0 vendi dystargongdini.
FC Trón fekk eina stríðsmegi sum ikki er sædd áður, og Milan lady Soccer mistu flogið eitt sindur.
Tó eydnaðist teimum at fáa eitt mál í dystinum, sum endaði 6-1 til FC Trón.
Seinna dystin spentu Milan lady Soccer seg meira út. Tær stríddist meira og spældi heldur harðligari spæl, tað sást, at tær vildu vinna.
Men tað eydnaðist hjá FC Trón at halda fast og enntá at skora, so dysturin endaði 1-0 til FC Trón.
Helst er talan um fyrstu dystir, har eitt føroyskt lið vinnur á italskum liði og so enntá tveir dystir á rað og á útivølli.
Liðini bæði høvdu eina deiliga hugnaløtu eftir dystin og frøddust um, hvussu fótbóltur, og hervið eisini heilsufótbóltur, er við til at byggja brýr og vinabond millum ættarlið og ymiskar mentanir. Milan lady Soccer eru bodnar at koma til returdyst í Føroyum, men tíðarbilið er ikki avtalað enn.
FC Trón kemur heimaftur til Føroyar mánakvøldið.
Sí leinkju til Instagram hjá Milan Lady soccer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



