Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Í heyst var element nr. 4 av 89 sett uppá pláss niðri á havsbotni.

Man væntar, at nr. 5 verður sjósett áðrenn jól.

Sum fyrr nevnt, er hvørt element 220 m langt og vigar 72000 tons.

Tað eru risatøk at sigla tey út á sjógv og síðani søkkja tey niður á pláss. Tað skal gerast við ekstremari præcision. Síðani verða tey "tjóðrað" á botni, og eyrur verður laðaður fastur móti síðunum í bæði borð.

Hvørt element hevur fingið eitt býarnavn. Eitt eitur "Nykøbing Falster" og eitt annað er uppkallað eftir tí týska býinum "Heiligenhafen".

Eftir hvat man heldur í løtuni, kann tað gigantiska projektið kanska verða liðugt í 2031.

Tá verður bein leið á motorvegi líka úr Finlandi til Suður-Italien, og har suðuri hevur man ætlanir um at byggja brúgv til Sicilien. Verður hon bygd, er tað verðins longsta hongibrúgv. Koyrisambandið í Europa verður tá langt frammanfyri allar aðrar verðinspartar.

Er man staddur í Danmark um jólini og hevur avlopstíð, er tað ein sera forvitnislig ferð at koyra suður til Rødbyhavn á Suðurlollandi, har fryntlig og skilagóð fólk greiða instruktivt frá øllum projektinum, bæði við fyrilestri, modellum og filmi.

Góða útferð til tað jólaprýdda og idylliska Lolland.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #