Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Tað er sera hugaligt at vera støkkari, nú felagið fyllir 60 ár hin 23. novembur. Hetta skrivar Fimleikafelagið Støkk í tíðindaskrivi.

Nógv spennandi tiltøk
Fyrsta tiltakið verður vikuskiftið 14.-15. novembur, tá ið framførslan “Stig fyri stig við Støkk í seksti ár” verður í Løkshøll. Til hesar sýningar framføra fimleikarar í aldrinum 3. fl. og eldri. Atgongumerki fyri 100 kr. verða seld á loksholl.fo.

Tvær veitslur verða eisini á skránni - fyri ávíkavist børn/ung og vaksin. Barna- og ungdómsveitslan verður 20. novembur í Glyvra skúla, og stóra 60 ára veitslan verður hildin 21. novembur í Skótahúsinum. Atgongumerkir til veitslurnar fáast á stokk.fo.

Á sjálvum stovningardegnum 23. novembur verður almenn móttøka í Bylgjuni, har m.a. nýggja Støkkbókin verður løgd fram.

Seinasta tiltakið verður 6. desembur, tá ið stórt jólashow verður í Bylgjuni við børnum undir skúlaaldur og upp til 2. fl. Atgongumerki verða seld á stokk.fo.

##med3##

Bókaútgáva á seksti ára degnum
Stórt arbeiði er lagt í at gera eina Støkkbók, sum greiðir frá fyrstu 60 árunum hjá felagnum. Bókin, sum er 350 síður, kemur út á stovningardegnum tann 23. novembur. Ingolf S. Olsen hevur skrivað bókina og Helgi Jacobsen hevur ritstjórnað.

##med2##

Nýggjur Støkksangur
Ein av komandi døgunum kemur eisini ein nýggjur Støkksangur út, sum nakrir av okkara bestu tónleikarum í nærumhvørvinum hava staðið fyri. Niclas Johannesen hevur gjørt orð og lag og framleitt, Edmund Jacobsen syngur saman við fleiri fittum støkkarum og Óli Poulsen hevur staðið fyri ljóðblanding og mastering.

Góðar umstøður at virka í
Støkk hevur í dag framúr góðar umstøður í Bylgjuni, har fleiri lið venja samstundis hvønn dag. Koyrir tú framvið Bylgjuni, síggjast glaðir fimleikarar í stóru og ljósu høllini, meðan aðrir renna út og inn - til og frá venjing.

Felagið, sum í dag hevur út við 1.100 aktivar fimleikarar í øllum aldri, leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin verður tí raðfestur frammarlaga í arbeiðnum hjá felagnum, og harumframt verður stór orka løgd í kappingarfimleikin.

##med4##

Nógv sjálvboðið arbeiði
Ígjøgnum øll hesi árini er hópin av fólki, sum hava tikið hond í við øllum teimum mongu og fjølbroyttu uppgávum, ið dagliga skulu loysast í felagnum. At átaka sær uppgávur í einum virknum felagskapi er mennandi fyri fólk í øllum aldri. Nógvir av ungu fimleikarunum eru hjálparar og hjálparvenjarar hjá yngri fimleikarum. Og foreldur og avvarandi hjálpa til, tá framsýningar og onnur tiltøk eru á skránni.

Á henda hátt kann Støkk, við góðum treysti, halda fram við at menna bæði kappingar- og breiddarfimleikin í felagnum frameftir.

Vit gleða okkum at hátíðarhalda 60 ára føðingardagin saman við tykkum øllum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #