Bátarnir í bólki 5B kunnu aftur fara til fiskiskap, eftir at Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur flutt 250 fiskidagar úr bólki 5A í bólk 5B.
Men meginparturin av døgunum er longu brúktur. Sambært Vørn hevur bólkur 5B fiskað 183 dagar upp um áður ásetta markið. Tí eru bert 67 av teimum 250 døgunum eftir at fiska.
Vørn boðaði mikudagin frá, at fiskiskapurin kundi byrja beinanvegin. Eftir flytingina vóru 278 fiskidagar eftir í bólki 5A og 67 í bólki 5B.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



