Føroyar og Montenegro spældu ein sera javnan dyst í kvøld, úrslitið gjørdist javnleikur 34-34.
Hálvleiksstøðan var 18-17 til Montenegro.
Tað er skjótt hvønn vegin í hondbólti, tað einu løtuna ímóti endanum sá út til, at liðið hjá Montenegro fór at draga longra stráðið, men so vendi gongdi, og hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki verið dømdur fyri fet í allar seinastu sekundunum av dystinum, høvdu Føroyar vunnið. Hann var toppskorari við 8 málum, honum á baki komu Óli Mittún og Vilhelm Poulsen við hvør sínum 7 málum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



