Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Samanbering av NQI1-floksmørkum. Norska S5-flokkingin hevur lægstu gáttina millum norsku vatntýpurnar í M-633. Føroyska markið fyri mórubotn er enn lægri. Myndin lýsir munin á flokkingarmørkunum, men er ikki í sjálvum sær ein meting av, hvør skipan lýsir náttúrligu støðuna rættast.

Samanbering av NQI1-floksmørkum. Norska S5-flokkingin hevur lægstu gáttina millum norsku vatntýpurnar í M-633. Føroyska markið fyri mórubotn er enn lægri. Myndin lýsir munin á flokkingarmørkunum, men er ikki í sjálvum sær ein meting av, hvør skipan lýsir náttúrligu støðuna rættast.

Teir hava tosað við granskarar, sum greiða frá, hvussu torført tað kann vera at koma við vísindaligum niðurstøðum, ið ikki hóska til áhugamálini hjá vinnuni. Summir hava sambært bókini upplivað, at fíggingarmøguleikar versna, at dyr verða latnar aftur, og at tað kann skaða yrkisleiðina at siga sína hugsan alment. Í einum lítlum granskingarumhvørvi, har somu fólk møtast aftur og aftur, og har stórur partur av fíggingini er knýttur at einari ávísari vinnu, kann trýstið gerast stórt, eisini uttan at nakar beinleiðis gevur boð um at tiga.

Hesar frásagnirnar snúgva seg fyrst og fremst um norsku og altjóða alivinnuna, men tær fáa ein at fáa at hugsa um føroysku viðurskiftini. Tað er avgerandi, at granskarar hava frælsi at fara út um aliringin, bæði í bókstaviligari og fluttari merking. Gransking snýr seg ikki um at koma fram til tær niðurstøður, sum fíggjarar, myndugleikar ella granskararnir sjálvir ynskja sær. Gransking snýr seg um at finna fram til veruleikan, eisini tá hann ikki er tað sum vit vænta. Vit skulu taka niðurstøðurnar, sum tær eru, ikki sum vit vilja hava tær at vera. Og tað førir okkum beinleiðis til føroysku botnkanningarnar.

Fríggjadagin 6. november skipar Firum aftur fyri vísindaligu ráðstevnuni Vitan til varandi aling. Tað er gott, at granskingarúrslit verða løgd fram og viðgjørd. Men tað er eisini upplagt at spyrja, hvør fíggjar granskingina, hvør ásetur spurningarnar, og hvørji áhugamál kunnu ávirka, hvussu úrslitini verða brúkt. Í hesum sambandi er ein serliga áhugaverd søga um føroysku flokkingarskipanina fyri botndjór, NQI1, sum nú er vorðin ein týðandi partur av umhvørviseftirlitinum við alivinnuni.

Tá vinnan er við til at fíggja mátistokkin
Í 2021 gav Fiskaaling, sum nú eitur Firum, út frágreiðingina Benthic macrofauna classification system for Faroese fjords. Á fyrstu síðuni stendur, at verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum og Umhvørvisstovuni. Granskingararbeiðið varð gjørt í samstarvi við granskarar frá Aarhus Universiteti og við íkasti frá Biofar. Her er talan um eina skipan, sum í dag verður brúkt í almennum umhvørviseftirliti, men har vinnan, ið eftirlitið skal fevna um, sjálv hevur verið við til at fíggja vísindaliga grundarlagið.

Í sjálvum sær merkir tað ikki, at granskararnir hava gjørt nakað skeivt. Men tað reisir ein grundleggjandi spurning um óheftni. Tá ein vinna er við til at fíggja granskingina, sum skal vera grundarlag undir metingini av hennara egnu dálking, eiga serliga høg krøv at verða sett til gjøgnumskygni, óhefta eftirmeting og atgongd til upprunadátur. Annars er vandi fyri, at markið millum óhefta gransking og vinnuliga áhugastýring gerst ógreitt.

Tað áhugaverda við føroysku NQI1-skipanini er, at hon byggir á eitt norskt vísital, sum er tillagað føroyskum umstøðum við serstøkum flokkingarmørkum. At tillaga eina skipan til staðbundin náttúruviðurskifti kann vera í lagi. Men tað er avgerandi, at sammetingargrundarlagið veruliga umboðar eina náttúrliga, ódálkaða støðu. Um vit brúka ein botn, sum longu er ávirkaður av aling, sum grundarlag fyri náttúrligu støðuna, er vandi fyri, at vit flyta markið fyri, hvat vit góðtaka sum dálking.

Í frágreiðingini Botndjórasamfeløg – eitt føroyskt sammetingargrundarlag frá 2020 vóru 870 sýni til taks. Eftir góðskutrygging vórðu 196 sýni mett egnað at umboða náttúrligu støðuna. Bert 24 av hesum stavaðu frá undankanningum, sum vóru gjørdar áðrenn aling byrjaði á viðkomandi staði. Granskararnir gjørdu eisini hagfrøðiligar kanningar fyri at meta um møguliga ávirkan, og í framhaldandi flokkingararbeiðinum frá 2021 varð grundarlagið viðgjørt av nýggjum. Millum annað vórðu sýni meira enn 700 metrar frá aliringunum og undankanningarsýni brúkt til at áseta referansustøðuna. Hetta setur ein grundleggjandi spurning: Hvussu trygt kunnu vit staðfesta náttúrligu støðuna í føroysku firðunum, tá so avmarkaðar upplýsingar eru frá tíðini, áðrenn alingin byrjaði?

Tá ein verri botnur verður flokkaður sum góður
Munurin sæst í sjálvum flokkingarmørkunum. Í norsku NQI1-flokkingini fyri vatntýpuna S5 liggur markið millum góða og toluliga vistfrøðiliga støðu við 0,600. Í føroysku skipanini er markið 0,604 fyri sandbotn og heilt niðri á 0,552 fyri mórubotn. Hetta merkir, at ein botnur við NQI1-virðinum 0,58 verður flokkaður sum góður á føroyskum mórubotni, men sum toluligur eftir norsku S5-flokkingini.

Men her er eitt serliga áhugavert við norsku samanberingini. S5 er ikki ein vanligur, saltur norskur fjørður. Vatntýpan hoyrir til Skagerrak og fevnir um sterkt feskvatnsávirkaðar firðir, har saltinnihaldið í teimum ovastu tíggju metrunum er millum 5 og 25 PSU. Til samanberingar liggur saltinnihaldið í føroysku firðunum vanliga um 34–35 PSU. Hetta er ein grundleggjandi munur í náttúruviðurskiftunum, sum kann hava stóran týdning fyri samansetingina av botndjórum. Tað er tí ikki sjálvsagt, at S5 er ein hóskandi beinleiðis samanbering við føroyskar firðir.

Kortini er júst henda samanberingin sera áhugaverd. Í norsku frágreiðingini M-633 frá 2016 hevur S5 lægstu NQI1-gáttina millum tær norsku vatntýpurnar. Markið fyri góða vistfrøðiliga støðu er bert 0,600. Hjá hinum norsku vatntýpunum liggur markið hægri, vanliga millum 0,630 og 0,660. Tað merkir, at S5 longu hevur eitt lutfalsliga lágt mark fyri, nær botndjóralívið verður flokkað sum gott.

Og tó er føroyska gáttin fyri mórubotn lækkað enn meira, heilt niður á 0,552. Tað er 0,048 lægri enn norska S5-markið og 0,078 lægri enn markið 0,630, sum verður nýtt fyri fleiri aðrar norskar vatntýpur. Føroyska skipanin er ikki ein beinleiðis avritan av S5, men hon nýtir sama NQI1-vísital við egnum føroyskum markvirðum. Og fyri mórubotn er niðurstøðan greið: Ein botnur kann fáa góða flokking í Føroyum við einum NQI1-virði, sum hevði verið mett sum toluligt í øllum teimum norsku vatntýpunum í M-633.

Hetta er ikki prógv í sjálvum sær fyri, at føroysku mørkini eru skeiv. Granskararnir vísa á, at náttúrliga botndjóralívið kann vera ymist eftir botnslagi, dýpi og lívrunnum tilfari, og at føroyskur mórubotnur kann hava lægri náttúrlig NQI1-virði enn sandbotnur. Men júst tí er tað so avgerandi at vita, um føroysku viðurskiftini eru lýst nóg væl, og um sammetingargrundarlagið er nóg óheft og umboðandi. Annars er vandi fyri, at vit ikki laga flokkingina til føroysku náttúruna, men til eina náttúru, sum longu er broytt av vinnuligum virksemi.

##med2##

Frá ongari sjónligari dálking til góðkenda vistfrøðiliga ávirkan
Tann kanska mest álvarsama broytingin frá gomlu vegleiðingini frá 2018 til tí nýggju frá 2023 kann lýsast soleiðis. Í gomlu vegleiðingini 19/2018 hjá Umhvørvisstovuni stóð á síðu 9 ein sera greið orðing um, hvussu langt dálking frá alivirkseminum skuldi sleppa at røkka:

„Uttan fyri aliøkið skal einki síggjast til dálking frá alivirkseminum.“
Hetta var eitt greitt fyrisitingarligt útgangsstøði. Ein ávís dálking varð góðtikin undir aliringunum og innan fyri aliøkið, men uttan fyri aliøkið skuldi eingin dálking síggjast. Í nýggju vegleiðingini 21/2023 er skipanin broytt. Nú verður arbeitt við nærumráði, skiftisumráði og fjarumráði. Sambært nýggju vegleiðingini kann skiftisumráðið partvíst liggja uttan fyri aliøkið og røkkur vanliga ikki longur enn 500 metrar frá alistøðini. Á kanningarstøðum 55 metrar frá alistøðini verður tolulig vistfrøðilig støða góðtikin, meðan góð støða krevst á kanningarstøðum 150 og 500 metrar frá alistøðini.

Nýggja vegleiðingin kann tí síggja strangari út, tí hon ásetur fleiri sløg av kanningum, nýggj flokkingarmørk og greiðari krøv til botndjóralívið. Men samstundis viðurkennir hon eitt skiftisumráði, sum kann liggja uttan fyri aliøkið, og har ein ávís vistfrøðilig ávirkan verður góðtikin. Tað er júst her, tann grundleggjandi broytingin liggur. Áður var útgangsstøðið, at eingin dálking skuldi síggjast uttan fyri aliøkið. Nú verður við einari nýggjari flokkingarskipan ásett, hvussu stór ávirkan kann góðtakast á ymiskum kanningarstøðum.

Hetta kann í praksis geva rúm fyri meiri dálking víðari frá aliringunum, hóast skipanin á pappírinum sær strangari út. Hvørt tað eisini merkir eitt størri formliga góðkent dálkingarøki, krevur tó, at gomlu og nýggju krøvini verða samanborin á ítøkiligum aliøkjum, tí frástøðurnar verða ikki roknaðar frá somu mørkum. Tað er tí ein spurningur, sum Umhvørvisstovan eigur at svara uppá.

Ein onnur avbjóðing er kanningartíttleikin 
Sambært vegleiðing 21/2023 skulu regluligu skiftis- og fjarkanningarnar bara gerast triðja hvørt framleiðsluumfar. Á nýggjum aliøki verður fyrsta skiftiskanningin gjørd, tá útlátið er størst í triðja umfari. Nærkanningar verða tó gjørdar hvørt umfar, og eykaeftirlit kann verða kravt. Men tá víðfevnda botndjóraeftirlitið kann bíða í tvey umfør, kann hetta skapa eitt óheppið incitament at leggja størri trýst á botnin, áðrenn næsta regluliga kanning verður gjørd. Spurningurin er, um skipanin tryggjar, at skaðilig árin verða uppdagað í tíð.

Og so er ein annar trupulleiki. Hóast NQI1 tekur atlit til botndjór og sostatt er meira enn ein kemisk kanning, er tað ikki eitt heildarmát fyri, um ein vistskipan hevur endurvunnið sínar náttúrligu funktiónir. Tað er munur á, at pH og redoks batna, at viðkvom botndjór koma aftur, og at botnurin veruliga endurvinnur sínar náttúrligu føðisringrásir og vistfrøðiligu funktiónir. Ein botnur kann lúka ásett markvirði uttan at hava endurvunnið sína upprunaligu náttúrustøðu. Tað er tí avgerandi, at vit ikki blanda myndugleikaliga góðkenning saman við fullari vistfrøðiligari endurmenning.

Tá vísindin endar, og politiska avgerðin byrjar
Ein serliga áhugaverd staðfesting stendur á síðu 37 í somu granskingarfrágreiðing frá 2021. Har greiða granskararnir frá, hvussu ymiskar mannagongdir kunnu nýtast til at flokka úrslit, tá óvissa er í dátunum. Ein mannagongd gevur dálkaranum fyrimunin, meðan ein onnur gevur umhvørvinum fyrimunin. Granskararnir staðfesta, at valið av mannagongd kann føra til ymiskar vistfrøðiligar flokkingar, og teir skriva:

“The choice of option is not scientific, but political.”
Á føroyskum merkir hetta, at valið av mannagongd ikki er ein vísindalig, men ein politisk avgerð. Her snýr tað seg ítøkiliga um, hvussu óvissa í flokkingini verður viðgjørd, og ikki um, at granskararnir hava staðfest, at sjálv føroyska skipanin er politiskt stýrd. Men meginreglan er avgerandi. Vísindin kann rokna út, hvussu sannlíkt tað er, at botnurin hoyrir til ein ávísan vistfrøðiligan flokk. Hon kann eisini lýsa óvissuna. Men valið av, hvørt óvissan skal koma dálkaranum ella umhvørvinum til góðar, er ein virðisavgerð. Granskararnir vísa sjálvir á, at varsemisreglan í ES-lóggávuni talar fyri mannagongdini, sum gevur umhvørvinum fyrimunin.

Tí er tað ikki líkamikið, hvørji val verða gjørd, tá vísindaligu úrslitini skulu umsetast til myndugleikakrøv. Og tað er heldur ikki líkamikið, hvør hevur verið við til at fíggja granskingina, hvør hevur ásett endamálið, og hvør hevur ábyrgdina av at umseta niðurstøðurnar til reglur og markvirði. Vísindalig úrslit kunnu vera rætt útroknað, samstundis sum tær fyrisitingarligu avgerðirnar, ið byggja á tey, kunnu kjakast um.

Vísindin má vera leys av fíggjarligum áhugamálum
Eg haldi, at føroyska NQI1-flokkingin eigur at verða eftirmett av óheftum granskarum, sum ikki hava verið við til at menna hana. Upprunadáturnar eiga at verða alment atkomiligar, og tað eigur at verða kannað, hvussu somu botnkanningar verða flokkaðar eftir føroysku og norskum mørkum, samstundis sum náttúrligi munurin á økjunum verður tikin við í metingina. Somuleiðis eigur at verða kannað, hvørjar ítøkiligar avleiðingar broytingin frá vegleiðingini frá 2018 til ta frá 2023 hevur havt fyri góðkenda umhvørvisávirkan. Tað hevði verið serliga áhugavert at fingið upplýst, hvussu nógv aliøki í dag lúka nýggju krøvini, men ikki høvdu fingið somu flokking við øðrum væl grundaðum markvirðum.

At alivinnan stuðlar gransking er ikki í sjálvum sær ein trupulleiki. Tvørturímóti kann vinnuligur stuðul gera týdningarmikla gransking møguliga. Men tá fíggjarin eisini hevur ein beinleiðis búskaparligan áhuga í, hvør niðurstøðan verður, er tørvurin á óheftni og gjøgnumskygni serliga stórur. Tað er ikki nóg mikið, at granskingin verður gjørd av dugnaligum fólki. Skipanin rundan um granskingina skal eisini tryggja, at óhøglig úrslit fáa sama pláss sum tey, ið kunnu brúkast til at stuðla víðari menning av vinnuni.

Tí hevði tað verið hóskandi, at ráðstevnan Vitan til varandi aling eisini gav rúm fyri tí grundleggjandi spurninginum, um okkara gransking og umhvørviseftirlit lýsa náttúruna, sum hon veruliga er, ella um vit hava lagað okkara mátistokkar til eina umhvørvisstøðu, sum vit longu hava valt at góðtaka. Tað er ein spurningur, sum eigur at verða svaraður við vísindaligum próvførslum, ikki við marknaðarføring ella føgrum orðingum um burðardygd.

Firum hevur valt sær orðini Vitan til varandi aling. Men vitan til varandi aling má ongantíð gerast tað sama sum vitan til varandi dálking. Granskingin skal ikki liva uppá náði frá alivinnuni. Hon skal gera tað sum hon er sett til at gera. Finna útav og læra okkum at viðurkenna veruleikan, eisini tá hann ikki hóskar teimum, sum rinda rokningina.

Hjalmar Zachariassen


Keldur: The New Fish (2023), Simen Sætre og Kjetil Østli; Fiskaaling rit 2020-16, Botndjórasamfeløg – eitt føroyskt sammetingargrundarlag; Fiskaaling rit 2021-10, Benthic macrofauna classification system for Faroese fjords; Miljødirektoratet M-633/2016; ICES Scientific Reports 5:28 (2023); Umhvørvisstovan, vegleiðing 19/2018 og vegleiðing 21/2023, serliga pkt. 2.6.4, 2.7.3 og 2.7.6.

Samanbering av NQI1-floksmørkum. Norska S5-flokkingin hevur lægstu gáttina millum norsku vatntýpurnar í M-633. Føroyska markið fyri mórubotn er enn lægri. Myndin lýsir munin á flokkingarmørkunum, men er ikki í sjálvum sær ein meting av, hvør skipan lýsir náttúrligu støðuna rættast.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #